Rækjuseminar fyribils avlýst

Tíðindaskriv frá Felagnum Rækjuskip

 

Sum kunnugt setti Felagið Rækjuskip sær í fjør fyri, at skipað fyri einum rækjuseminarið, sum partvíst skuldi lýsa ymsu tættirnar innan føroyska rækjuvinnu á sjógvi og landi, og partvíst skuldi skapað støði undir eini skipaðari langtíðar tilrættalegging av karmunum fyri rækjuvinnuna - serliga við atliðið at væntaðum broytingum í veiðurættindum. Ætlanin um hetta tiltak kom, sum liður í royndum felagsins at fáa eitt neyvt samstarv í lag við fiskivinnupolitiska myndugleikan, um eina felags tilrættalegging av framtíðini fyri rækjuflotan. Men ætlanin var eisini, at bjóða umboðum fyri allar flokkar á tingið, umframt aðrar avvarðandi landsstýrislimir við á seminarið. Limir felagsins vóru m.a. ørkymlaðir av útmeldingum frá fiskimálaráðharranum, Jørgen Niclasen, um, at hann metti at rúm var fyri í hvussu so er tveimum varandi rækjuloyvum afturat, umframt tað at einhvør føroyingur sum søkti um rækjuloyvi fekk eitt slíkt - ikki minst tí hetta var ein fullkomin broyting av støðuni hjá bæði undanfarnu og sitandi landsstýrissamgongu, sum ikki vildu broyta loyvispolitikkin fyrr enn føroysk veiðurættindi á Flemish Cap kundu metast at verða komin í eina fasta legu, og ósemjan við Noreg um fiskidagarnar við Svalbard var loystur so ella so.

Fiskimálaráðharrin og Fiskimálastýrið vístu ein positivan vilja til at umrøða rækjuvinnupolitikkin á einum slíkum seminarið, og væntaði Felagið Rækjuskip tí ikki, at nakrar broytingar vóru framdar viðv. loyvispolitikkinum fyrrenn málið um gagnnýtsl-una og onnur sjónarmið vóru løgd fram og viðgjørd á ætlaða rækjuseminarinum.

Tað undraði tí Felagið Rækjuskip, tá tað í nov./dec. frættist, at Fiskimálastýrið hevði útskrivað nøkur og tríati tíðaravmarkaði rækjuloyvir. Felagið valdi tó at halda fast við avgerðina um at skipað fyri einum rækjuseminarið, av tí at tað greitt og týðiliga var sagt í teim givnu tilsøgnunum, at hetta vóru tíðaravmarkað loyvi sum høvdu til endamáls at betra um gagnnýtsluna av rækjudøgunum við Svalbard og kvotuna í russiskum sjógvi, meðan Fiskimálastýrið helt fast við, at ongi loyvir vóru latin afturat á Flemish Cap, tí bæði Fiskimálastýrið og vinnan vóru vitandi um, at broytingar vóru á veg á Flemish Cap á serliga NAFO-fundinum um rækjur, sum í sept. 2000 varð ásettur til at verða í mars 2001. Greitt var, at broytingin kom at viðføra, at antin kom ein kvotaskipan í staðin fyri verandi fiskidagaskipan, ella fór fiskidagatalið at verða munandi skert..

Tá so Felagið Rækjuskip fyrst í hesum árinum frætti frá fleiri keldum, at eitt rækjuskip var á veg í flotan, og at hesir søgdu seg hava fingið lyfti um varandi loyvi, og loyvi til at veiða á Flemish Cap, bað Felagið Rækjuskip í skrivi frá 24. jan. 2001 um alment innlit í tær tilsøgnir um fiski- og/ella veiðuloyvi til rækjuveiðu, sum Fiskimálastýrið hevði latið. Felagið Rækjuskip dugdi ikki at ímynda sær annað enn, at um hesi tíðindi vóru røtt, so mátti einhvør broyting verða hend viðv. Flemish Cap í tíðarskeiðnum síðani Fiskimálastýrið veitti tilsøgnirnar um mánaðarskifti nov./dec 2000, har týðiliga varð grundgivið fyri hví loyvir ikki vóru latin til Flemish Cap, til hesi tíðindi frættust um miðjan jan. 2001. Felagið Rækjuskip var tó ikki vitandi um nakrar broytingar sum góvu nakra orsøk til, at fiskimálaráðharrin so brádliga kundi broyta loyvispolitikk sín viðv. Flemish Cap, bert 3 mánaðir áðrenn avgerðandi NAFO-fundin um rækjur.

Í skrivið dagfest 02. febr. 2001 svarar Fiskimálastýrið umbøn felagsins um alment innlit, og har fekk felagið váttan fyri, at Fiskimálastýrið veruliga hevði broytt støðu viðv. rækjuloyvum á Flemish Cap, hóast at ongin broyting var hend sum grundaði eina slíka broyting. Endamálið við og grundgevingin fyri teim tíðaravmarkaðu loyvum, sum upprunaliga var at gagnnýta fiskidagarnar við Svalbard og kvotuna í russiskum sjógvi betur, tyktist nú ikki at verða tað primerað í førda loyvispolitikkinum, men tað primerað politiska málið tyktist nú at verða, at fáa fleiri rækjuskip í flotan, uttan mun til um hetta fekk avleiðingarnar fyri verandi rækjuflota..

Henda nýggja støða staðfesti, at tað var sera langt ímillum tí politisku kós sum nú var stungin út í kortið, og tað upplegg til samstarv um framtíð rækjuflotans, sum Felagið Rækjuskip hevur talað fyri. Hetta fekk nevnd felagsins at umhugsað, um tað veruliga tænti nøkrum endamálið at skipað fyri einum rækjuseminarið fyri at koma nærri hvørjum øðrum hvat viðvíkur tilrættaleggingini av framtíð rækjuflotans. Hetta komst ikki minst av tí veruleika, at í øllum teim fiskirættindaavtalum sum Fiskimálastýrið hevði gjørt við onnur lond um hetta sama mundið, beint áðrenn og eftir ársskifti, var tað ikki í einum einasta føri talan um, at Fiskimálastýrið hevði útvega føroyska rækjuflotanum økt veiðu-rættindi. Tá tað harnæst hevur verið greitt líka síðani í sept. 2000, at NAFO í mars 2001 skuldi hava ein fund sum antin kom at samtykkja eina kvotuskipan fyri Flemish Cap, ella eina munandi skerjing av fiskidagatalinum, so tyktist tað fyri Felagið Rækjuskip óskiljandi og uttan ítøkiligar grundgevingar, at fiskimálaráðharrin hevði broytt loyvispolitikkin viðv. Flemish Cap.

Eitt annað mál sum eisini ørkymlaði felagið var, at Fiskimálastýrið onga játtan hevur sett av á fíggjarlógini til framhald av rækjukanningunum á Flemish Cap og Grand Bank, og sum vit hava skilt á leiðsluni í Fiskirannsóknarstovuni, so hevur stovnurin heldur ikki fingið pening til at fiskifrøðingurin kann halda áfram við arbeiði sínum við rækjunum á NAFO-økinum. Felagið hevur heldur ikki fingið nakað svar frá Fiski-málastýrinum uppá áheitanina frá 04. Jan. 2001 um at halda áfram við rækjukanningunum. Hetta setir Føroyar í eina sera óhepna støðu innan NAFO, har Føroyar ikki vilja seta pening av til vísindaligt arbeiði, hóast at føroysk rækjuskip eru millum teirra við størstu rækjuveiðuni á økinum, og kann ikki takast sum annað enn at rækjuflotin hevur ein lágan prioritet hjá Fiskimálastýrinum. Annars kann nevnast, at júst føroysku rækjukanningarnar vóru umrøddar á NAFO fundinum í mars 2001, av formanninum fyri Scientific Council (Vísindaliga Nevndin), sum ein av bestu keldunum til vísindaligt tilfar um rækjustovnin á Flemish Cap, samstundis sum sagt var, at hendan røðin av royndum fær uppaftur størri virði tá tær hava verið gjørdar í nøkur ár afturat teim 4 árunum sum føroysku royndirnar higartil eru gjørdar. Til samanberingar kann nevnast, at ES hevur gjørt eina røð av kanningum av botnfiskastovnum á NAFO-økinum líka síðani 1988. Felagið Rækjuskip saknar tí, at fiskimálaráðharrin og Fiskimálastýrið eisini á hesum økið vísir ábyrgd mótvegis luttøkuni í NAFO-felagsskapinum og ikki minst mótvegis føroyska rækjuflotanum.

Felagið Rækjuskip avgjørdi tó av at bíðja við at takað nakra støðu til málið um broyttu politisku kósini viðv. rækjuloyvum á Flemish Cap, fyrrenn eftir NAFO-fundin síðst í mars, tá tað kundi staðfestast nágreinliga hvat kom at henda á Flemish Cap. Fiskimálaráharrin er ivaleyst kunnaður um, at tað endaði við eini samtykt um eina 25% skerjing av fiskidøgunum beinanvegin, og síðani verður spurningurin um antin eina uppaftur størri skerjing av dagatalinum ella eina kvotuskipan tikin uppaftur á NAFO-ársfundinum í sept. 2001. Hetta merkir at føroyska dagatalið minkar úr 1607 niður 1334 dagar beinanvegin, og møguliga uppaftur meira komandi ár, um ikki ein kvotuskipan kemur í staðin fyri fiskidagaskipanina.

Úrslitið av broytingunum á Flemish Cap eru sostatt blivnar stórt sæð soleiðis sum Felagið Rækjuskip hevði roknað við, og sum vit fleiri ferðir hava gjørt Fiskimálastýrið varugt við. Felagið metir seg eisini longu nú, við framrokningum grundaðar á miðaldaganýtsluna fyri hvørt skip undanfarnu árini, kunna staðfesta, at longu umleið miðjan sept. verða teir 1334 fiskidagarnir á Flemish Cap uppbrúktir.

Á hesum grundarlagið hevur Felagið Rækjuskip tí nú tikið tí støðu, fyribils at avlýsað rækjuseminarið sum eftir ætlan skuldi verða í apríl 2001. Felagið harmast um hesa støðu, men metir, at tað er so langt millum tey sjónarmið sum verandi rækjufloti hevur um eina skilagóða tilrættalegging av framtíð rækjuflotans og so tann broytta loyvispolitikkin hjá fiskimálaráðharranum, at tað tænir ongum endamálið at hava eitt slíkt rækjuseminar nú. Felagið fer tó at takað spurningin um eitt slíkt rækjuseminar uppaftur, um so er at felagið sær nøkur tekin um ein vilja at fremja eina felags tilrættalegging av framtíð rækjuflotans, ella um ein nýggj politisk kós verður stungin út í kortið av antin sitandi ella eini aðrari samgongu.