Rækjurnar vóru svartkalvi

Seinastu dagarnar hevur norska sjó­verjan tikið tveir spanskar trolarar fyri ólógliga veiði við Svalbard

Seinasta fríggjadag av­dúk­aðu menn hjá norska fiski­veiði­eftirlitinum, at ein spansk­ur trolari hevði nógv­an svartklava í lastini, sjálvt um hann segði seg fiska rækj­ur. Í gjár kom trol­ar­in til Trom­sø sam­an við ein­um sjó­verju­skipi, og mett varð, at trolarin hevði umleið 80 tons av svartkalva í frystilastini.
Men hetta var ikki tann ein­asti spanski trolarin, sum hevði fisk­að ann­að enn tað, sum hann segði seg fiska. Sunnu­­dag­in fóru norskir eftir­­lits­­menn um­­borð á trol­aran Garoya Segundo. Al­­ment var hann komin á Sval­­bard­leið­ina at fiska rækjur, men tað vísti seg, at hann hevði meiri enn 100 tons av svart­kalva í lastini, men í dag­bókini hjá skip­inum stóð ikki eitt orð um, at teir høvdu fingið nakran svartkalva.
John Espen Lien hjá norska fiskiveiðieftirlitinum sigur við Aftenposten, at lastin hjá Garoya Segundo er millum tvær og tríggjar milliónir krónur verd, men hann dugir ikki at siga, at samband er ímillum teir báðar sponsku trolararnar, sum eru tiknir.
-Tað er ikki loyvt at fiska svartkalva við Svalbard, og tilburðirnir við teimum báðum sponsku trolarunum vísa, hvussu umráðandi tað er at hava neyvt eftirlit við fiskiskapinum her, sigur John Espen Lien.