Prísurin á rækjunum er sera lágur í løtuni. Ein av orsøkunum til hetta er, at tað hava verið sera nógvar rækjur á marknaðinum seinastu tíðina.
Prísurin á ídnaðarrækjum hevur ligið um kr. 2,50, og er hetta undir miðal hesa tíð á árinum, sigur Sofus Poulsen stjóri á rækjuvirkinum á Oyri.
Í september plagar prísurin at fara eitt sindur upp eftir, og Sofus Poulsen vónar at hetta hendir. Undir øllum umstøðum skuldi prísurin fari upp um jóltíðir, tí tá er eftirspurningurin niðri í Evropa so stórur.










