Rækjuflotin havt fleiri trupul ár

Rækjuflotin hevur havt nógv trupul ár á rað, og støðan hjá flotanum er vánalig við árslok 2010. Í løtuni eru bert tvey skip í vinnu. Tey eru Arctic Viking og Fríðborg.

Bjarni Arnason hjá grannskoðarafelagnum Nota sigur í roknskapargreining, at tað hevur ikki verið møguligt at fáa neyv hagtøl fyri miðalprís og veiðinøgd fyri fyrstu átta mánaðirnar í 2011, soleiðis at samanburður kann gerast við somu mánaðir í fjør.

- Tó ber til at siga, at nøgdin fyri hvørt skipið er hækkað nakað í 2011 samanborið við sama tíðarskeið í 2010. Sama ger seg galdandi við miðalprísinum.

Hann vísti á, at tekniskir trupulleikar og øktar oljuútreiðslur í 2011 toga í skeiva endan.

- Væntast kann tí, at úrslitið hjá rækjuflotanum, sum annars gav eitt lítið avlop í 2010, verður heldur lakari í 2011.

Leggjast kann aftrat, at eginognin hjá rækjuflotanum hevur verið negativ øll árini frá 2006-2010.

- Tølini fyri gjaldføri eru eisini vánalig øll árini, men batnaðu nakað í 2010, sigur Bjarni Arnason.