Vinnan má ikki stuðlast!
Ímeðan hetta verður sagt, verður sera lítið hugsa um okkara almennu fyrisiting, íð verður stuðlað - uttan at nakað spurnaðartekin verður sett, um vinnan megnar at bera ivirbygnaðin. Tað tykist, sum um almenna umsitingin kann vaksa ótálmað. Og hvønn verður rokningin send til? Vinnuna ? ið skal gjalda við minkandi kappingarføri
Grundstuðul
Vinnan er grundstuðulin í samfelagi okkara. Hjá okkum er tað fiskivinnan, ið alt hvílir á.
Tí kann hendan vinna als ikki stuðlast. Hon ber jú øllum uppi.
Men vinnan kann saktans missa kappingarføri ? serliga orsakað av, at almenni yvirbygnaðurin fær loyvi at vaksa ótálmaður, sum vit hava sæð tey seinastu árini. At Fólkaflokkurin hevur ein forkláringstrupulleika er eyðsýnt. 10 Landstýrismenn við teirra umsiting eru bert eitt dømi. Og almenna trongdin eftir at seta nýgg stýrir og stjórar at kanna aðrar stjórar er spakuliga við til at oyðileggja okkara vinnu og samfelag. M.a. okkara rækjuvinnu.
Eg eri errin av, sum sambandsmaður, at hava verið við til at seta fram uppskot um at kanna viðurskiftini hjá okkara fjarfiskiflota. Fólkaflokkurin og samgongan hava onki gjørt við hetta umráði, ið hevur fingið verri og verri umstøður seinastu árini. Samgongan tykist ikki hava havt tíð at tikið sær av hesum viðurskiftum seinastu 5 árini. Teir hava havt annað at gera - nevniliga at yvirtaka. Og síðan eisini at senda hesa rokning víðari til vinnuna ? ið nú er hoykna undan fleiri staðir í samfelagi okkara.
Nú er rækjuflotin allur í svárari kreppu.
Vónandi raknar Fólkaflokkurin við úr loysingarrúsinum og tekur undir við uppskoti Sambandsfloksins, um at vera við til at bjarga rækjuflotanum úr tí ódn teir eru í.
Eg ivist ikki eina løtu í, at um vit gera nakað skilagott nú, so kann gongdin vendast, Føroyum at gagni.
Um vit onki gera, so verður vanlukkan nærum eins stór sum tá ríkisveitingin var skerd á sinni.
Latið okkum varðveita føroysk arbeiðspláss, tilfeingi og góð vinnutól her á landi. Hví missa alt av hondum orsaka av politiskum ódugnaskapi?
Rækjuflotin má bjargast!
Tað tykist sum serliga Tjóðveldisflokkurin bert hugsar um at avhøvda mest møguligan part av vinnuni. Við at oyðilegga karmarnar hjá vinnuni ? og so geva ríkisfelagsskapinum skyldina.










