Ríkjasambandið Danmørk og Føroyar

Hví skulu Føroyar lúgvast inn í danska ríkið, tá vit ikki eru og ongantíð hava verið partur av hasum ríkinum?

Orðaskiftið um ES, EFTA og EBS vísir, at føroyskur politikkur byggir á skeivt grundarlag. Onkursvegna skulu Føroyar fyrst limast inn í danska ríkið, og síðan skal møgulig umsókn um limaskap fara fram undir løgna heitinum “Kongeriget Danmark for saavidt angaar Færøerne”.

Hví allir flokkar, eisini sonevnda Tjóðveldi, velja at byggja sín politikk á danska lygn heldur enn føroyskan veruleika, er mær ein gáta? Hví skulu útlendingar, serliga danir, ið ikki kenna til stjórnarstøðu Føroya, altíð dragast fram at skriva álit, ið bert tykjast at hava til endamáls at styrkja donsku lygnina um Føroyar sum part av Danmørk?

Føroyingar hava ongantíð limað Føroyar inn í danska ríkið, mær vitandi hevur ongin annar hesa heimild! 14. september 1946 var nær við, men tíbetur fall danska stjórnaruppskotið, tá 47% av føroyingum, ið vóru á vali, góð 30%, sum høvdu vælrætt tá, stuðlaðu danskari heimastýrisskipan og innliming í danska ríkið.

Í 1661-62 góvu danir, norðmenn, íslendingar og føroyingar felagskongi ríkjanna einavald at stýra londunum í ríkjafelagsskapinum. Danir løgdust tíverri á norsku kongsheimildirnar og stýra framvegis Føroyum við hesi einavaldssamtykt, eins og teir stýrdu Noregi til 1814 og Íslandi til 1918.

Eg skilji ikki, at Tjóðveldi fer upp í sambandskórið, sum ætlar sær yvir um danska á eftir vatni. Tað átti at verið rættari og lættari at bygt á føroyskan veruleika, at Føroyar ikki eru partur av danska ríkinum, men bert hava ríkjasamband við Danmørk. Tá annað ríkið í ríkjafelagsskapinum uttan nakað hóvasták kann fara upp í ES, so kann hitt gera tað sama ella velja EFTA, um tað er eitt ynski!

Innan vit søkja um nakran limaskap í altjóða felagsskapi, eiga vit at taka av einavaldssamtyktina frá 1662 og skipa Føroyar sum eitt demokratiskt ríki, eins og danir gjørdu hinumegin ríkismark í 1848-49. Tað merkir ikki, at vit noyðast at slíta ríkjasambandið við danska ríkið, men heldur endurnýggja samveldið, so bæði ríkini verða javnsett og fáa demokratiska stjórnarskrá.

Ríkjasambandið Danmørk og Føroyar viðvíkjandi Danmørk er limur í ES, og sama ríkjasamband viðvíkjandi Føroyum kann vera limur í EFTA. Eg veit, at hetta er ikki í tráð við samveldissáttmálan (ritaður í Bjørgvin 1450, vit eiga at hava felags uttanríkja-politikk), men hann er brotin so ofta og so dyggiliga í nógv ár frá danskari síðu, at neyðugt er at endurskipa ella slíta ríkjasambandið.

Føroyskur politikkur eigur at byggja á føroyskan veruleika heldur enn danska lygn! Tástani kunnu vit kanna vansar og fyrimunir við limaskapi í altjóða felagsskapum og velja tað, sum er best fyri Føroyar!