Næsta ár skal ríkisveitingin úr Danmark verða 150 milliónir hægri, enn hann er í dag.
Tað segði Bárður Nielsen úr Sambandsflokkinum, nú Løgtingið viðgerð spurningin um ríkisveitingina.
Mánadagin verður fundur ímillum landsstýrið og donsku stjórnina um ríkisveitingina.
Bárður Nielsen sigur, at hevði danska ríkisveitingin til Føroyar ikki verið fryst, hevði hon verðið góðar 150 milliónir hægri næsta ár, hon hon verður eftir avtaluni, sum nú er.
Sum støðan er nú, er ríkisveitingin 615 milliónir, men hevði hon verðið prístalsviðgjørd til dagsvirði, hevði hon verið 766 milliónir.
- Hetta er tað, sum landsstýrið fer eftir, sigur Bárður Nielsen.