Ríkisveitingin til Føroya seinkað minst tveir mánaðir

- Hetta er bæði óprofessionelt og pínligt.

Tað heldur Edmund Joensen, fólkatingsmaður, fyri Sambandsflokkin.

Hann sigur, at politiskt drál í landsstýrinum ber nú í sær, at ríkisveitingin fyri januar og februar neyvan verður tøk fyrr enn í mars 2013.

Og hann kallar hetta eitt tilvitað drál og tískil heldur hann, at hetta er bæði óprofessionelt og pínligt.

Ríkisveitingin til Føroya er tilsamans 632,2 milliónir krónur í ár og Edmund Joensen staðfestir, at sostatt skal landskassin bíða eftir einari upphædd á 105 - 158 milliónir krónur, umframt rentur.

- Á hvørjum ári er greitt, at ríkisveitingin skal ásetast og gjaldast rættstundis. men skjøl, sum Sambandsflokkurin á Christiansborg hevur fingið innlit í, vísa, at landsstýrið kortini hevur bølt oman á málinum.

Edmund Joensen vísir á, at í september kom ein áheitan frá stjórnini um at fáa eitt upplegg frá landsstýrinum um støddina á ríkisveitingini.

- Svarið kom ikki fyrr enn mánaðarskiftið 28. november.

Hetta hevur elvt til, at danski fíggjarmálaráðharrin hevur gjørt greitt, at tað fer ikki at eydnast at samtykkja málið í danska fólkatinginum fyrrenn í vár.

- Upphæddin, sum nú fer at resta í, koppar tíbetur ikki fíggjarlógini. Pengarnir verða útgoldnir afturvirkandi, men slíkt óskil eigur ikki at koma fyri frá landsstýrisins síðu, heldur Edmund Joensen.

Hann ivast ikki í, at orsøkin til, at landsstýrið svaraði so seint, er eitt stríð um vald í samgonguni, har ósemja er um ríkisveitingina.

- Summi brúka ríkisveitingina sum jarnbrot til at trýsta ávís mál ígjøgnum politisku skipanina, vísir Edmund Joensen á.

Hann væntar eisini, at ríkisveitingin aftur nú fer at verða brúkt í politiskum trýsti, áðrenn veitingin skal samtykkjast í Løgtinginum í vár.

Ríkisveitingin til Føroya verður vanliga útgoldin í mánaðarligum gjøldum, sum í ár eru knappliga 53 mió. kr.

Í ár eru samlaðu útreiðslurnar hjá danska statinum 1.054 mia. kr. Sostatt er ríkisveitingin 0,6 promill av samlaðu útreiðslunum, vísir Edmund Joensen.