Hesi næstu árini skal ríkisveitingin úr Danmark til Føroya verða tann sama, sum hon er nú. Tað siga tinglimirnir hjá samgonguni í Fíggjarnevndini hjá Løgtinginum.
Tjóðveldið hevur lagt uppskot fyri Løgtingið um at gera eina skipan við tí endamáli at gera føroyska búskapin leys av ríkisveitingini. Men tað taka hvørki samgongan, ella Javnaðarflokkurin, undir við.
Umboðini hjá samgonguni í Fíggjarnevndini, Magnus Rasmussen, Jákup Mikkelsen og Bill Justinussen og vísa á, at avtala varð gjørd við donsku stjórnina um, at frá 2016 til 2019 skuldi ríkisveitingin verða tann sama sum í 2015 og tað vil siga, at hon skuldi vera 641,8 milliónir.
– Tí kann tað tykjast margháttligt, at ein flokkur, sum sjálvur hevur tikið undir við at frysta ríkisveitingina ímeðan hann sat í landsstýri fyri stuttari tíð síðan, nú vil sleppa sær av við hana, siga umboðini fyri samgonguna.
Teir vísa eisini á, at sitandi samgonga ætlar, at ríkisveitingin framhaldandi skal vera er sama upphædd fyri árini 2020 og frameftir.
Umboðið fyri Javnaðarflokkin, Aksel V. Johannesen, sigur, at skal ríkisveitingin lækkast, eigur hetta ikki fáa avleiðingar fyri grundleggjandi vælferðartænastur ella livikorini hjá miðalhampa føroyinginum. Hann sigur, at skal fortreytin fyri einum sjálvberandi búskapi vera til staðar, krevst, at vit føra ein ábyrgdarfullan og skynsaman fíggjarpolitikk.
– Undanfarna samgonga hevði eitt yvirskot upp á tilsamans 1,5 milliard í seinasta valskeiði. Lán vórðu goldin og peningur varð settur í búskapargrunn. Endamálið var at tryggja haldførið í búskapinum og hjá landskassanum, so at vit høvdu nakað at standa ímóti við, tá vit fóru at verða rakt av niðurgangstíðum.
Men Javnaðarflokkurin sigur, at burtur sæð frá serligu útreiðslum í sambandi við koronu, hevur sitandi samgonga longu økt raksturin áleið 600 milliónir hesar fyrstu 18-19 mánaðirnar av valskeiðnum. Samstundis eru íløgurnar hækkaðar næstan 200 milliónir og hon hevur skert inntøkurnar umleið 150 milliónir av inntøkunum.
– Sostatt er landskassin farin frá einum yvirskoti upp á eina slaka hálva milliard í 2019 til eitt undirskot í ár, sigur Aksel V Johannesen.
– Tá tað ikki verður førdur ein ábyrgdarfullur og skynsamur fíggjarpolitikkur, ber tað ikki til at skerja ríkisveitingina, uttan at tað fær avleiðingar fyri grundleggjandi vælferðartænastur og livikorini hjá okkum føroyingum, sigur hann.
Hinvegin taka bæði Framsókn og Sjálvstýri undir við uppskotinum.