Ríkisumboðsmaðurin farin av borgini

Blámusoppur varð í fjør staðfestur í Amtmansborgini, og í staðin fyri at finna eina fyribilsloysn valdi Dan Knudsen, ríkisumboðsmaður at keypa familjuni hús í Hoyvík

Líka síðan Amtmansborgin varð bygd í 1880, hava allir ríkisumboðsmenn havt bústað á borgini.
Men í november flutti núverandi ríkisumboðsmaður, Dan Knudsen at flyta út, og familjan keypti sær hús í Hoyvík.
- Tann gamli parturin av húsinum er illa fongt við blámusoppi, og aðrir trupulleikar eru eisini. Tí valdu vit at keypa okkum okkara egnu hús í staðin fyri at finna eina fyribilsloysn og skula flyta inn og út, sigur Dan Knudsen.
Hann sigur, at tað verður stórarbeiðið at umvæla Amtmansborgina, og arbeiðið fer at taka drúgva tíð. Slots- og Ejendomsstyrelsen eigur borgini, og hesin stovnur skal taka støðu til, hvussu málið skal loysast.
Ríkisumboðsmaðurin er áramálssettur, og skeiðið hjá honum rennur út á nýggjárinum. Skeiðið kann verða longt.
Uttan mun til um Dan Knudsen heldur longri fram ella ei, verður í framtíðini eisini bústaður á Amtmansborgini.