Bumbuhóttanirnar, sum eru settar fram móti fleiri støðum í Jyllandi, Fyn og Sjællandi í dag, koma allar frá sama avsendara og hava sama orðaljóð. Tað hava danskir miðlar fingið staðfest umvegis keldur sínar í dag.
Roskilde Lufthavn og Tirstrup Lufthavn, Vestsjællandcenteret í Slagelse og Ro's Torv í Roskilde vóru øll evakueraði í dag, eftir at leiðslurnar høvdu fingið teldupostar við eini bumbuhóttan. Báðar lufthavnirnar eru tó latnar upp aftur. Einki illgrunasamt varð funnið nakrastaðni.
Hóttanir vórðu eisini sendar til Odense Universitetshospital, Københavns Lufthavn Kastrup, Fields, Københavns Universitet, Rigshospitalet, Fisketorvet, Fredriksberg Centret og Copenhagen Business School. Løgreglan í Keypmannahavn kom tó skjótt til ta niðurstøðu, at hóttanirnar vóru ógrundaðar. Tí vóru eingi av hóttu støðunum í Keypmannahavn evakueraði.
Bumbuhundar hava gingið gjøgnum Vestsjællandcentret og Ro's Torv, men enn er einki funnið. Eingin bumba er funnin nakra aðrastaðni heldur, ei heldur er nakað mannskaði hendur.
Løgreglan í Keypmannahavn boðar frá, at hon nú fer at kannað, hvør hevur sent hóttanirnar.