Longu í valstríðnum í fjørvár var greitt, at ríkisrættarliga støða okkara fór at verða høvuðsevnið fyri komandi valskeiði. Hetta fyrst og fremst sum ein beinleiðis avleiðing av støðuni aftan á búskaparkreppuna og bankamálið.
Í valstríðnum førdu vit fram okkara uppskot um eina sjálvstýrislóg, sum eina skipan innan fyri ríkisfelagsskapin fór at geva okkum allar møguleikar til at menna okkara sjálvbjargni. Atfinningarnar frá øðrum flokkum, fjølmiðlum og fólki var, at vit vóru so lítið ítøkiligir. Vanligt var at hoyra, at eingin visti, hvat javnaðarflokkurin veruliga meinti.
Tískil fóru vit undir at fáa tankar okkara á prent og síðan at fáa teir út til fólk. Í januar í ár kom so faldarin ?Hetta vil Javnaðarflokkurin á sjálvstýrisleið.? Móttøkan var góð, og vit vóru kanppliga munandi meira áhugaverdir í almenna kjakinum. Tingbólkurin fór síðan undir eina fundarrøð, har ferðast var runt um landið fyri at greiða frá, hvat lá í hesum politikki.
Tá vit nú meira enn einaferð hava roynt at fingið samtykt at seta eina stjórnarskipanarnevnd, so er tað tí, at flokkurin hevur verið og framvegis er sannførdur um, at tá slík stórmál skulu loysast, so er tað alneyðugt við breiðum politiskum semjum. Men tiverri hevur hetta ikki eydnast enn at fáa m.a. samgonguna sannførda um tað sama.
Roynt var í fjørheyst í samband við uppskotið hjá landsstýrinum, men tað miseydnaðist, tí samgongan ikki var sinnað til semju við okkum. Landsstýrismaðurin í sjálvstýrismálum kallaði okkum til fundar fyri at tosa um møguleikarnir fyri einari semju, men hevur hetta mest verið fyri at hava okkurt slag av alibi mótvegis fjølmiðlum og øðrum, tí frá hansara síðu var tað týðiligt, at ein semja var tað sama sum, at vit aðrir sleptu okkara og fóru við upp í teirra kór.
Nú letur til, at løgmaður hevur fingið eyguni upp fyri, at neyðugt er at fáa breiðu semju, so spennandi verður at síggja, um mørk verða flutt. Men givið er, at fortreytin fyri øllum semjum er fyri tað fyrsta ein ávísur áhugi fyri semjuni og síðan ein vilji til at flyta seg móti hvørjum øðrum. Tú fært nakað við at geva nakað. Higartil hevur so semjan fyri teirra viðkomandi ligið í tí, at vit aðrir einsamallir skulu flyta okkum, meðan teir halda fast við sítt.
Hvat er tað so, sum javnaðarflokkurin vil hava av broytingum? Jú vit siga m.a.
?at øll samfelagslig menning eisini á tí ríkisrættarliga økinum hevur til endamáls at skapa eitt samhaldsfast samfelag fyri frí og fræls menniskju, har umsorganin fyri felgs áhugamálum og vælferð er í hásæti.
?at sjálvstýrislógin skal staðfesta ein samstarvssáttmála millum Føroyar og Danmark sum tvey sjálvstøðug og javnsett lond í ríkisfelagsskapi hvørt við annað.
?at sáttmálin skal áseta, at Føroya Løgting sum umboð fyri Føroya fólk er hægsti myndugleiki í Føroyum.
?at ongar formliga avmarkingar eru fyri, hvørji mál kunnu verða yvirtikin, t.v.s. at øll mál koma undir føroyskt ræði, tá Føroya Løgting ger tað av.
?at gjørdar verða greiðar reglur um føroyskan heimarætt.
?at ein rættarkommisión verður sett til tess at fyrireika yvirtøkuna av rættarskipanini.
?at ríkisstuðulin verður minkaður við einum parti av tí, sum ein staðfestur vøkstur av okkara tjóðarframleiðslu hevur.
Sjálvstýri eftir hesum leisti hevur sostatt ongar avmarkingar, tí við sáttmálanum kunnu vit økja sjálvstýri frá partvísum til fult sjálvstýri, so hvørt sum vit skapa fíggjarligar og fyrisitingarligar fyritreytir.
Í hvønn mun hetta uppskot okkara verður politiskt aktuelt, vil bert tíðin vísa, men vit liva so enn í tí trúgv, at her liggja so nógvir góðir tankar, at hetta er ov gott at lara fara. Hetta er Føroya fólk vitandi um, og hetta eru hinir flokkarnir vitandi um.
Vit hava síðan lagt nógva orku í, at fáa okkara uppskot eftirkannað av fólki við rætta fakliga førleikanum. Hetta hevur bert styrkt okkum í trúnni um, at hetta er ein gongd leið.
Síðan er tað hent, at sambandsflokkurin rættiliga hevur gjørt eitt skarvslop við teirra fráboðan her fyri stuttum, har teir veruliga hava flutt seg frá gomlu kendu sambandsstøðuni einki at vilja gera.
Ein fylgja av, at uppskot landsstýrisins um at fyrireika fullveldið, var at farið varð undir at gera eina sokallaða hvítbók, sum kom út seinasta mánaðaskifti. Somuleiðis varð samtykt, at setast skuldi ein grundlógarnevnd við umboðum frá øllum flokkum og við fakfólki til tess at fyrireika eina føroyska grundlóg og eina føroyska rættarskipan til at verða liðugt til næsta summar. Ikki hissini arbeiðssetningur til so stutt skotbrá, men alt fullveldismálið hevur fingið so ótrúligan skund nú. Grundlógin er ein beinleiðis fylgja av, at løgtingið og Føroya fólk taka undir við fullveldinum, og tað er, sum tíðin líður, vorðið alt meira ivasamt.