Ríkispolitistjórin á vitjan

Í dag og ímorgin er nýggi Ríkispolitistjórin, Jens Henrik Højbjerg, á vitjan í Føroyum.

Vitjanin er ein liður í arbeiðinum hjá nýggja Ríkispolitistjóranum at seta seg inn í viðurskiftini í ymsu politikredsunum í ríkissambandinum, og nú er tørnið komið til Føroya.

Eg havi longu vitjað í Havn, og nú eru vit á veg inn til Runavíkar og til Klaksvíkar at vitja har, sigur Jens Henrik Højbjerg.

Hann avsannar, at vitjanin hevur nakað við kontroversiellu setanina av nýggjum og donskum politiinnspektøri, sum hevur verið uppi og vent, bæði í Løgtinginum og í Fólkatinginum.

Og hóast tíðin hevur verið stutt hjá Ríkispolitistjóranum, so hevr hann longu fingið eina góða fatan av føroyska politinum.

Jens Henrik Højbjerg fer av landinum aftur í morgin.