Fróði Sivertsen hevur seinastu 5 árini arbeitt hjá PricewaterhouseCoopers í Esbjerg. PricewaterhouseCoopers er ein av heimsins størstu ráð- og grannskoðanarfyritøkum við 150.000 starvsfólkum runt allan heimin, av hesum starvast 1.200 í Danmark.
Í samband við at Fróði hevur staðið royndina, er hann útnevndur til Senior Manager hjá PricewaterhouseCoopers í Esbjerg.
Fróði býr saman við Morit Eliassen, ættað úr Leirvík, sum starvast sum sjúkrarøktarfrøðingur og eiga tey døturnar, Janita og Sára.