Eg havi eini góð ráð til Jóannes Eidesgaard, og tað er at
Lodrætt arkivera allar tær í samgonguskjalinum avtalaðu, men enn ikki framdu yvirtøkurnar, tí samfelagið Føroyar er ikki ment at bera tær alsamt øktu útreiðslurnar av landshúsarhaldinum. Ein øking av útreiðslum við yvir 200 milliónum krónum í yvirtøkum er óforsvarlig at fremja.
Fá tað sum er yvirtikið at fungera 100%, áðrenn tú yvirtekur meira- sum er fungerar tað sum er yvirtikið langt frá væl m. a. Skipasýn, Fólkakirkja og Skúlaverk.
Fá sett ES málið á dagskrá, tað er avgerðandi fyri framtíðarmøguleikar okkara sum framkomið samfelag at finnan saman um loysn á ES avbjóðingini.
Um tað kostar tær eina samgongu sum higartil einans hevur víst avmakt, nyttuloysi, ráðaloysi og óarbeiðsføri og ikki at gloyma leiðsluførleika mátti verið eitt befríilsi fyri teg, áðrenn tú hoknar í knøunum og verður leiddur úr løgmanssessinum.
Tað sum kanska verri er - um tú ikki steðgar hesum dugnaleysa politikki tykkara - er at tit filla samfelagið sundur.










