Ríkisfundur í Miðvági

Týsdagin og mikudagin var ríkisfundur í Vágum

RÍKISFUNDUR

Fløggini vóru vundin á stong í Miðvági, tí ríkisfundur skuldi vera í bygdini.
Luttakararnir til ríkisfundin, sum koma skuldu uttaneftir, komu í Vágar klokkan knapt fimm seinnapartin týsdagin. Við flogfarinum hjá Atlantsflog vóru saman við Andersi Fogh Rasmussen, forsætisráðharra, eisini Jonathan Motzfeld, grønlendskur landsstýrisformaður, og fylgi teirra.
Forsætisráðharrin kom fyrstur úr flogfarinum. Hann gekk eftir fremru landgongini.
Aftaru megin kom grønlendski landsstýrisformaðurin. Hann løgdu tey fæstu merki til, tí øll stúgvaðust um forsætisráðharran. Men Jonathan er ikki dottin burturímillum, so hann varð skjótt miðdepulin, tá hann blandaði seg í tosið.
Løgmaður var á flogvøllinum og tók í móti gestunum, eins og ríkisumboðð eisini var.
Fylgið varð við bussi koyrt niðan á Hotel Vágar, har tey skulu búgva í nátt, og beint eftir varð farið til Miðvágs.
Nýliga yvirtikna Skipaeftirlitið var karmur um ríkisfundin. Skipaeftirlitið er júst flutt í nýggj høli í Miðvági. Har heilsaðu teir uppá borgarstjóran í Miðvági, stjóran á Skipaeftirlitinum og Jørgen Niclasen, landsstýrismann. Jørgen Niclasen greiddi m.a. frá, at teir vóru í holt við at umskipa seg, eftir júst at hava yvirtikið málsøkið og farin í nýggj høli. Eisini nevndi hann, at teir í hesum døgum stríðast við at sleppa av teimum sokallaðu svørtu listunum yvir skip í sigla í altjóða sjógvi.
Anders Fogh nýtti eisini høvið til at spyrja eitt sindur um forvitnisligu húsini, ið Skipaeftirlitið húsast í.
Eftir nakrir spurningar og ein lítlan rundtúr, var klárt at sessast við búgvið borð til árliga ríkisfundin.
Eftir ríkisfund og tíðindafund varð farið til Sørvágs, har døgurði var fyri leiðarum og embætisfólki í hølunum hjá Sørvágs Husmøðrafelagi.
Mikumorgunin vóru fundir í Bø. Hesir eru umrøddir aðrastaðni í blaðnum.

Næsta vitjanin
Hetta er aðru ferð, at Anders Fogh Rasmussen er í Føroyum sum danskur forsætisráðharri. Hann var í januar mánaði á arbeiðsvitjan í Føroyum, har hann hitti landsstýrið og Løgtingið. Eisini hevði hann ein fund saman við Sambandsflokkinum, sum er bróður flokkur hjá Venstre, ið Anders Fogh Rasmussen umboðar.
Anders Fogh kom tá til landið við teimum ørindum sum nýggjur forsætisráðharri at rætta álitið uppaftur millum Føroyar og Danmark. Tónin varð vorðin nakað dapur, meðan Poul Nyrup Rasmussen ráddi fyri borgum. Tá Fogh fór avaftur landinum eftir stuttu vitjanina, so var tað við einum betri tóna millum Danmark og Føroyar, og allar flokkar vóru á einum málið, at Fogh tænir teirra áhugamálum.

Danski forsætisráðharri og løgmaður lótu frá sær eina felagsfráboðan, sum undirstrikaði, at báðir partar vildu arbeiða víðari við yvirtøkum innanfyri ríkisfelagsskapin.