Ríkisfundur

Ì vikuni verður ríkisfundur í Grønlandi. Ein ríkisfundur er ein fundur, har forsætisráðharri, grønlendski landsstýrisformaðurin og løgmaður hittast á máli. Ríkisfundurin er eitt rættiliga nýtt og eitt heilt óformligt fyribrigdi, ið ikki er fyrisett í nakrari lóg. Endamálið við fundinum er, at partarnir skulu kunna hvønnannan um týðandi mál av felags áhuga, skifta orð um stórar politiskar spurningar av týdningi fyri ríkisfelagsskapin og annars hittast undir óforpliktandi umstøðum.

Tað má ásannast, at ríkisfundurin er eitt eitt sindur løgið fyribrigdi. Hetta, at toppleiðarar hittast uttan formligar karmar og uttan, at nøkur niðurstøða ella felags fráboðan verður send út eftir fundin, kann vera gagnligt. Tað kann sjálvsagt vera gagnligt, at ovastu politisku leiðararnir í ríkinum fáa høvi at skifta orð og hittast uttan at vera órógvaðir av pressu og trongum formligum og løgfrøðiligum rammum. Tað kann ivaleyst eitthvørt gott koma burturúr slíkum fundi, serstakliga har talan er um eym mál ella um mál, har misskiljingar hava gjørt seg galdandi.

Hinvegin skerst ikki burt, at slíkir toppfundir, hildnir undir hesum nevndu fortreytum, eisini eru eitt sindur ivasamir sæð frá einum demokratiskum sjónarmiði. Er tað í tráð við góðan fyrisitingarsið at halda toppfundir av hesum slagi? Er hetta í tráð við alment galdandi demokratiskar og parlamentariskar spælireglur? Er tíðin ikki farin frá hesum formi. Áttu vit ikki heldur at gjørt ríksifundirnar til ein formligan og týðandi part av politisku skipanunum í teimum trimum londunum?

Tá alt hetta er sagt, skal samstundis verða gjørt vart við, at stór og týdningarmikil mál ivaleyst verða viðgjørd á ríkisfundinum í Grønlandi. Vit kunnu nevna spurningin um avleiðingarnar av ES grundlógini, trygdarspurningar, sjálvstýrismál og mangt annað. Tað verður tí sjálvsagt áhugavert at frætta, hvat, ið kemur burturúr ríkisfundinum, tá ið avtornar.

Sosialurin