Ríkisflaggið eigur at verða totalt hvítt!

Heri Simonsen

Tá ein hevur búð bæði í Grønlandi, Danmark og Føroyum, og er føddur á sama hospitali, sum Poul Nyrup Rasmussen má verða loyvt mær at koma upp í kjakið um komandi ríkisflaggið. Lat tað verða sagt beinavegin: Eg eri samdur við teimum 3 vinkonunum um, at vit eiga at hava eitt felags Ríkisflagg, men eg eri ósamdur í motivinum tær hava lagt fram. Vit eiga at hava eitt ríkisflagg, sum ímyndar Grønland, Føroyar og Danmark betri enn litablandið, sum bleiv víst fram á Vaglinum.
Felags ríkisflaggið hjá Grønlandi, Føroyum og Danmark eigur at verða totalt hvítt! Hetta flaggið symboliserar hesi trý londini best. Grønland og Før-oyar yvirgeva seg til Danmark, sum aftur yvirgevur seg til ES. Flaggið kann eisini ímynda grønlendska innlandísin, føroyska mjørkan og donsku baðistrendurnar. Við einum góðum vilja eisini anorakk-in, Hvítanes og Hvidesande, og møguliga Møns Klint. Sæð í søguligum baksýni var hvíta flaggið eisini skjótt havt á lofti tann 9. apríl í 1940.
"Union Jack" og "Sildesalaten"
Taka vit bretska "Union Jack"-flaggið er hetta flaggið ein vøkur, symetrisk samanseting av skotska, enska og gamla írska flagg-inum. Uniónin Svøríki-Noreg (1814-1905) hevði eitt uniónsflagg árini1844-1898, sum var 50% av norska flagginum, og 50% av svenska flagginum. Hetta ósymetriska flaggið bleiv speirikið: "Sildesalaten" av bæði norðmonnum og svenskarum. Sæð í ljósinum av hesum er tað nokk so hugtakandi, at ein norsk listakvinna er við til at borðreiða við einum rætti, sum mong á Vaglinum mundu sett skeivt í hálsin. Skulu vit eisini finna eitt gastronomiskt heiti til vinkonu-flaggið, sum kann umfata bæði Grønland, Føroyar og Danmark? Hvat við "Kópagrindaflesk" ("Sælgrinde hvalsflæsk")??