Johan Dahl
Løgtingsmaður og valevni til Fólkatingið
Oftast verður orðið frælsi tengt at orðinum "suverenitet".
Tíverri má eg siga at "suverenitetur ella fullveldi" hava lítið og einki við veruligt frælsi at gera.
Vit síggja og hoyra hvønn dag um sokallað suveren lond ella fullveldi, har íbúgvarnir í landinum als ikki eru frælsir.
Fyri mær merkir veruligt frælsi tað at tjóðin hevur frælsi.
Hvat er so tjóðin ? -tað eru vit sum her búleikast og virka. Tað eru vit, fólkið ? menniskjuni.
Vit skulu m.a. hava frælsi til :
?At fáa okkum góða útbúgving
?At seta okkum búgv, og geva okkara familju eitt trygt og gott lív
? At fáa eitt gott starv og møguleikar fyri at arbeiða okkum upp.
?At hava møguleika og karmarnir til at skapa okkara egnu eydnu.
Vit skulu eisini hava tryggleika:
?Hóast tú kanst vera føddur á lívsins sokallaðu skuggasíðu, so skal dagligdagurin kortini verða tryggur
?Tú skalt kunna vera veikur í samfelagnum og kortini hava eitt trygt gott lív
?Og hóast tú ert eldri, skalt tú kunna hava tryggar karmar og eitt gott og sømiligt lívskvøld.
Uppgávan hjá teimum fólkavaldu er áhaldandi at tryggja hvørjum einstøkum av okkum hetta frælsi.
Í Amerika hava fleiri enn hálvthundrað statir tikið seg saman fyri at tryggja sínum borgarum hesar møguleikar og hesi frælsi. Hvør einstakur statur er nógvar ferðir størri enn onnur lond. Hóast tað, so hava statirnir sæð, at uttan at standa saman, kunnu teir ikki tryggja tjóðini veruligt frælsi. Prísurin fyri veruligt frælsi er at lata nakað av avgerðarrætti til Washington
Londini í Evropa hava eisini sæð, - eftir mong kríggj og stríð teirra millum,- at veruligt frælsi og veruligir møguleikar fyri tjóðirnar einans kunnu tryggjast við at standa saman.
Úrslitið av hesum er ,at alsamt fleiri av londum hava tikið seg saman í ES.
Prísurin fyri at tryggja borgarunum ? tjóðini ? frælsi og møguleikar, hevur eisini her verið at londini lata avgerðarrætt frá sær - til Brússel
Í Føroyum er støðan ikki øðrvísi enn í Amerika og restini av Evropa. Fyri at tryggja tjóðini veruligt frælsi, mugu vit hava ein sterkan stat ? eitt sterkt sambandsríkið og fyri hetta lata avgerðarrætt í ávísum førum.
Uttan ein sterkan stat kunnu vit ikki tryggja tjóðini veruligt frælsi. Vit tryggja Føroya fólki ? tjóðini - frælsi, menning og møguleikar gjøgnum Ríkisfelagsskapin.
Eru vit ikki longur í Ríkisfelagsskapinum fáa vit "suverenitet / fullveldi ", men tjóðin missir frælsi og møguleikar.
Hvat er tá vunnið?
Frælsi kann ikki fatast, - uttan í mun til ófrælsi.
Tann ið ikki kennir ófrælsi, - kennir heldur ikki frælsi.
Í dag hava vit í Føroyum stórt sæð einki ófrælsi, ið stendst av stjórnarstøðuni ella sum kann bøtast við at broyta stjórnarstøðuna.
Sambandsflokkurin arbeiðir fyri áhaldandi at hava størst møguligt frælsi og trygd til hvønn ein-stakan av okkum.
Hetta vilja vit eisini millum mong onnur áhugamál , áhaldandi brúka okkara fólkatingssess til at virka fyri.
Við Sambandsumboðan á Fólkatingið eru tygum í góðum tryggum hondum.
Farið tí á val tann 8 . februar og setið kross við Sam-bandsflokkin ella eitt av valevnum hansara.
Við Sambandskvøðu.