Ríkisfelagsskapurin møguliga endurskoðast

Løgmaður, Jóannes Eidesgaard, ásannar, at ES-grundlógin kann fáa stórar avleiðingar fyri ríkisfelagskapin.

Verður uppskotið til ES-grundlógina samtykt? Hvørjar broytingar verða framdar í núverandi uppskoti? Fara danir at atkvøða fyri grundlógini? Hvussu verður við teimum fýra donsku fyrivarnunum (gjaldoyramál, verjumál, rættarmál og ES-borgararætt, blðm)?
Hesar spurningar setir løgmaður sær á skrivstovuni í Tinganesi í hesum døgum.
Í komandi viku verður ES-toppfundur, og tá skal fyrsta uppskotið til ES-grundlógina eftir ætlan samtykkjast. Verður ES-grundlógin endaliga samtykt, fær tað helst stóra ávirkan á fleiri øki í ríkisfelagsskapinum millum Grønland, Føroyar og Danmark.
Taka danir undir við ES-grundlógini, skal ES í framtíðini umsita uttanríkismál, verjumál, gjaldoyramál og rættarmál fyri danir. Hesi mál verða bólkað sum felagsmál í Heimastýrislógini, og stóri spurningurin er, hvørja støðu føroyingar og grønlendingar koma í, um ES-grundlógin verður samtykt.
Hvørki Grønland ella Føroyar eru limir í ES, men kortini kann ein samtykt ES-grundlóg fáa stórar avleiðingar fyri ríkisfelagsskapin millum Grønland, Danmark og Føroyar.

Nógvar óvissur
-Tað eru avleiðingarnar av ES-grundlógini, sum eru mest áhugaverdar fyri okkum. Vit eiga at lýsa støðuna og kanna, hvussu ES-grundlógin kann koma at ávirka okkara støðu í ríkisfelagskapinum, greiðir løgmaður frá.
Løgmaður sigur, at hann ætlar at taka málið um ES-grundlógina upp á ríkisfundinum millum stjórnarleiðararnar úr Danmark, Grønlandi og Føroyum í august mánaði í Grønlandi.
Aðrastaðni á síðuni verður funnist at donsku og føroysku stjórnarflokkunum fyri vantandi samskifti í samband við fyrireikingarnar til ES-grundlógina.

Í komandi viku verður avgerð tikin um ES- grundlógina. Áttu danir og føroyingar ikki at raðfest málið hægri, tá endaliga samtyktin kann fáa álvarsamar avleiðingar fyri ríkisfelagskapin?

Jú, tað áttu vit kanska, men eg haldi ikki tað er ein ólukka, at vit ikki taka málið upp fyrr enn í august. Ein stórur trupulleiki í løtuni er, at eingin veit, hvør endaliga avgerðin verður í ES. Hvørjar verða broytingarnar? Fara stjórnarleiðararnir at finna eina semju? Fara danir at atkvøða fyri? Hvussu verður við teimum fýra fyrivarnunum? Tað eru ómetaliga nógvar óvissur í sambandi við grundlógina, og tað er avgjørt ein orsøk til, at vit ikki hava tosað nærri saman, sigur Jóannes Eidesgaard.
Løgmaður heldur, at tað er skilagott at seta fólk at kanna, hvørjar avleiðingar ES-grundlógin fær fyri ríkisfelagsskapin, men leggur enn einaferð afturat, at mongu óvissurnar í samband við ES-grundlógina ger málið torført at kanna, tí tað er so óítøkiligt.
-Tað er ógvuliga umráðandi at hava í geyma, at sjálv ES-grundlógin er eitt mál hjá dønum at taka støðu til. Tað er ikki ES-grundlógin sjálv, sum er áhugaverd fyri føroyingar, men avleiðingarnar av henni, vísir løgmaður á.

Umskipa ríkisfelagskapin
Spurdur, hvørjar avleiðingar løgmaður væntar ein samtykt ES-grundlóg fær fyri ríkisfelagsskapin, svarar Jóannes Eidesgaard, at tað kann fáa stórar avleiðingar.
-Taka danir undir við ES-grundlógini, verða millum annað uttanríkis- og verjumál flutt til Brússel. Hetta fer helst at hava við sær, at ríkisfelagskapurin má endurskoðast, tí ES-grundlógin broytir ríkisfelagskapin grundleggjandi. Hvussu ríkisfelagskapurin kann endurskoðast er kortini ein opin spurningur, greiðir Jóannes Eidesgaard frá.