Marjus Dam
Løgtingsmaður
Hví royna at minka Rikisveitingina við uml 400 milliónum krónum tá aðrir skulu taka við.
Er tað fyri at gera "fortreð", kann ein spyrja.
Núsitandi samgonga skaðilig
Eftir at fleiri tung ár hava verið dagligi dagurin hjá føroyska borgaranum, sást nú ein glotti fyri framman. Mangt av tí, ið vit ikki hava fingið gjørt í samfelagnum vegna vánarliga fíggjarstøðu, kann gerast nú. Nú er yvirskot. Vit kunnu. Og innan øll samfelagsøkir er tørvur á íløgum.
o Skattir eiga at lækkast.
o pensiónir eiga at økjast.
o Umstøður eiga at verða bjóðaðar okkara veiku og brekaðu. (Dagligi dagur teirra og teirra næstringum er ein kampur at yvirliva).
o Innan sjúkrahúsøki, eins og heilsuverki annars, er tørvur á stórum ábótum.
o Innan skúlaverkið skulu stórar íløgur gerast frá fólkaskúla til Fróðskaparsetur.
o Skúlin á Trøðni má uppprioriterast, so tey, ið hava ein serligan tørv, fáa hendan nøktaðan.
o Fiskivinnuskúli eigur at verða bygdur.
o Útoyggjapolitikkur má fremjast.
o Nógvir av skúlum okkara eru so illa farnir vegna tørvandi viðlíkahald, at støðan har er nærum líka ring sum á Landssjúkrahúsinum. Og tað sigur ikki so lítið.
o Innan samferðsluøkið skulu stórar og neyðugar íløgur gerast. Av hesum kunnu nevnast nýggjur Smyril og ferjulegur í hesum sambandi. Undirsjóvartunnil til Klaksvíkar. Nýggj tunnil í Hovi. Fyri bert at taka í rúgvuna.
o Íløgur fyri milliardir eru neyðugar at gera.
Peningur neyðugur:
At fremja viðlíkahald og nýíløgur krevur nógvan pening.
Tí undrar tað almikið, at núsitandi samgonga við einum frímerki hevur kutað 400 milliónir av blokkinum. Uttan at nevna eitt orð um, hvørjar uppsøgnir skulu fremjast og hvørjar íløgur ikki skulu gerast. Sambart Hvítubók gjørdi blokkurin, at almenni sektorurin var ov stórur. Men undir hesari samgongu er almenni sektorurin bert vaksin. Um blokkurin skal skerjast, hvar skal so skerjast innan almenna økið? Hvussu nógv fólk skulu sigast úr starvi.
Í uttanlandanevndini var spurt um konsekvensin av hesum ógvusliga kuti. Svarið frá búskaparráðnum var greitt. Vit hava ongan kapacitet í Føroyum til at svara hesum spurningi. Og Landstýrismennirnir vistu onki. Ella vildu onki siga um hetta. Helst tí val verður skjótt!
80 ara politikkur umaftur:
Tá núsitandi samgonga fremur slíkar stórar fíggjarligar skerjingar, uttan at greina stutt og langtíðar árin niður í minsta lut, hevur føroyska tjóðin ein stóran trupulleika. Nevniliga, at 50.000 føroyingar aftur eru vornir brikkar hjá einum landstýri, ið gamblar við lagnuni hjá føroyingum. Hetta er 80- ara politikkur í stórum stíli. Ein skuldi trú, at tað hevði áhuga hjá samgonguni at greina árinini av 400 millióna skerjing árliga fyri øllum føroya fólki. Og skerdu møguleikar at fremja mangar íløgur í komandi árum. Um bert hetta fyrsta loysingarstigið verður framt, so missir føroyska samfelagið 2 milliardir hvørt valskeið. Og tað hevur týdning.
At skriva álit eftir álit loysir ongan trupulleika:
Hendan samgonga hevur skrivað álit eftir álit um teir mongu stóru samfelagsligu trupulleikar mangir bólkar og økir hava í landi okkara (útoyggjar, økismenning, menningartarnaði, eldrapolitikkur og røkt o.s.v.)
Men at loysa trupulleikarnar, ið álitini vísa, krevur pening. Hendan pening hevur samgongan ikki vilja játtað, men hevur lagt hann til viks. So trupulleikarnir eru bert verri, enn tá ið samgongan tók við.
Tí onki mál verður loyst innan skúlaverki, heilsu og almannaverki, samferðslukervið við at skriva álit og halda fram við at spara innan økir har tørvur er á øktum játtanum.
Um Ríkisveitingin skal skerjast við knappari hálvari milliard so er ein relevantur spurningur hjá føroyingum: Hvørjar íløgur skulu ikki gerast?. At skerja burtur stóran part av fíggjarlógini merkist sjálvandi mangar staðir. HVAR?. Tað eigur landstýrið at svara uppá. Hvítabók arbeiddi við einum modelli uppá 15 ár. Og tað steðgaði øllum framburði her á landi, førdi til arbeiðsloysi og lønarniðurskurð. Leisturin Landsstýrið nú hevur lagt hevur ein tíðarhorisont uppá 4 ár - har 1/3 av blokkinum verður tikin burtur beinanvegin. Verður støðan so hættislig, at landstýrið als ikki torir at siga fólki tað?
At byggja Brimil fyri 90 milliónir (120 milliónir) krónur var gjørt uttanlanda eftir mikið kjak. Eitt frímerki og ein politisk neyðsemja kutar 400 milliónir burtur uttan kjak ella nakrar kanningar. Slíkt er ábyrgdarloysi. At hava eitt mál er eitt - men at sýna slíkt ábyrgdarloysi er eitt brotsverk.
Alternativið:
At sleppa undan køvandi oki hjá núsitandi samgongu, má hjá mongum føroyingi kennast sum at fáa fríska luft í lunguni, eftir at vera nærum kvaldur. Møguleikan fáa allir føroyingar skjótt. Vónandi verður tá aftur ein møguleiki at venda aftur til ein politikk, har framburður í landinum verður nýttur føroya fólki at gagni. So at mong av stórmálunum, íð vit hava skyldu at fremja vera loyst.
Við at játta pening til at fremja uppgávurnar. Í Mikinesi, Fugloy eins og í Suðuroy Tórshavn og Vágum.
Tað eru stórar uppgávur í liggja fyri framman.
Tær skulu fremjast í verki - ikki bert konstaterast í einum áliti.
Og ríkisrættarligu viðurskiftini vilja vit fegnir SAMRÁÐA uppá pláss. Vit vilja gera Ríkisfelagsskapin betri við eini nýggjari avtalu ímillum líka partar í ríkinum.









