Um dagarnar hevði danska blaðið Politikken oddagrein um ríkisfelagsskapin undir heitinum »Mod fremtiden«. Undirheitið er, at »vit missa nógv, um felagsskapurin verður upploystur«.
Tónin í oddagreinini er sjáldsamur, tá hugsað verður um tónan, sum vanliga verður nýttur í donskum fjølmiðlum, tá skrivað verður um Føroyar - og Grønland fyri tann skuld.
Niðurstøðan í greinini er nevniliga, at tað er ein spurningur, um danir ikki missa meira fyri minni við bara at bíða eftir, at føroyingar og grønlendingar »rýma« úr ríkisfelagsskapinum.
Skilligur
loysingarhugur
Í byrjanini í oddagreinini verður staðfest, at danir tey fyrstu nógvu árini, vóru koloniharrar í báðum londunum, men at teir seinastu árini hava skift ham.
Heimastýrislógin hevur gjørt, at danska ávirkanin í londunum báðum er vorðin alsamt minni, hetta hóast, bæði londini fáa stórar fíggjarligar veitingar úr Danmark.
Kortini er uppstaðin ein skilligur loysingarhugur í londunum báðum. Her heima hevur sitandi landsstýrið sett sær fullveldi á korti og í Grønlandi hevur landsstýrið sett eina serliga sjálvsstýrisnevnd, sum skal hyggja at viðurskiftunum við Danmark.
Tí er eingin ivi um, at broytingar eru á veg í ríkisfelagsskapinum, og tí er tað, at greinaskrivarin rópar varskó.
Tað blinda eygað
Hann heldur, at danir mugu viðganga, at broytingar eru neyðugar, og at tær eru á veg. Hann sigur:
? Higartil hava vit í navni tolsins sagt føroyingum og grønlendingum, at teir kunnu fara tá teir vilja, og vit hava so at siga vent ryggin til ein trupulleika, sum snýr seg um annað og nóg meira enn bara at spara nakrar milliardir krónur á fíggjarlógini hjá statinum.
Greinaskrivarin ger vart við, at samstundis sum danir søkja tættari tilknýti til størru londini í evropeiska felagsskapinum, vísa teir líkasælu tá tað snýr seg um ríkisfelagsskapin.
? Tað er ikki nóg mikið at spyrja hvat føroyingar og grønlendingar kunnu vinna. Vit hava skyldu til at gera upp, hvat vit missa, um teir norðastu partarnir av ríkisfelagsskapinum velja okkum frá, stendur í oddagreinini.
Meira enn
Nato-avsláttur
Her fer greinaskrivarin inn og gevur sítt svar upp á tað uppgerðina, sum nevnd er frammanundan. Hann vísir á, at fyri eitt stórt tal av dønum, sum í gjøgnum nógv ár, hava knýtt sterk bond til Føroya og Grønlands, er svarið púra greitt.
? Fyri teir, merkir ein upploysn av ríkisfelagsskapinum, at teir missa ein stóran part av sínum samleika og ein stóran part av sínum møguleikum. Síggja vit burtur frá veruleikunum um danskan Nato-avsláttur, sum er goldin av grønlendskum veiðimonnum og føroyskum fiskimonnum, og frá møguligum oljuúrdáttum, so standa vit, sum filmurin um Barbaru so væl segði tað um dagarnar, øll sum taparar. Ikki í krónum og oyrum, men í lívsvirði.
Greinskrivarin setur her spurnartekin við, um danir, í hesum rationaliseringartíðum hava ráð til at missa eitt bindandi tilknýti til tvey lond, har lívið er so nógv, nógv øðrvísið enn tað er í Danmark.
? Hava vit ráð at missa dreymirnar um tað stóra ævintýrið fyri norðan og hava vit ráð til at missa tað salt, sum í gjøgnum fleiri ættarlið hevur verið úrslitið av tí samlívið okkara ólíku mentanir hava livað?
Hann svarar sjálvur!
? Er svarið nei, so er tað uppá tíðina at vit frá danskari síðu byrja at taka avleiðingarnar og hugsa um at finna eitt nýtt uppbyggjandi samstarv millum Føroyar, Grønland og Danmark. Eitt samstarv, sum kann bera inn í nýggju øldina. Men tað avgerð hvør dani sær ...