Ríkisfelagsskapurin ............ ein ríkur felagsskapur, men eingin sjálvfylgja

Sum vera man er tað mest í búskaparligum krepputíðum vit leggja merki til gagnið av ríkisfelagsskapinum. Í góðum tíðum, tá ið alt tykist at ganga av sær sjálvum, geva vit honum ov lítið gætur. Tá er tað mest loysingarkrefturnar, sum leika í og spæla fólk í húsi, tí meðan alt gongur so væl, sum tað nú hevur gjørt eina tíð, so er tað ókeypis at dyrka tað veruleikafjara – dreymarnar

Men nú er so gerandisdagurin komin aftur til okkara. Fyri aðru ferð seinastu 20 árini tykjast vit at vera á veg inn í krepputíðir og fyri aðru ferð mugu vit uppliva, at hjálpin skal koma burtur úr ríkisfelagsskapinum.

Síðst í 80unum og fyrst í 90unum høvdu vit lænt upp um skorsteinin í útlondunum, og tá ið so vánaligu tíðirnar komu við vantandi inntøkum, so kláraðu vit ikki at gjalda lánini aftur. Tá kom tann eini parturin av ríkisfelagsskapinum, Danmark, okkum til hjálpar, loysti uttanlandsskuldina hjá okkum út, strikaði nakað av henni og gjørdi eina avdráttarskipan við lagaligum treytum fyri restina. Takkað veri skilagóðari stýring frá valinum 1994 og frameftir og betring í inntøkumøguleikunum úr sjónum eydnaðist tað óvæntað skjótt at fáa landið aftur á beint.

Bankarnir vóru tómir. Vit høvdi einki kredittvirði og ongan eginpening at seta nakað á stovn við, men Danmark lænti okkum pening at pumpa inn í bankarnar og gav okkum 100 mió. kr. sum saman við øðrum 100 mió kr. frá løgtinginum blivu til Framtaksgrunnin. Hesin peningur varð m.a. nýttur til at fáa gongd aftur á tey almennu fiskavirkini, fiskasøluna, skip og onnur smærri virkir. Avtala varð eisini seinni gjørd um at kunna nýta danska Exportkreditfondin, men av eini hvørji grund kom hetta ongantíð at fáa týdning, tí útflytarnir funnu aðrar vegir at tryggja sær peiningin fyri útflutningin.

Nú hóttir so ein onnur kreppa. Hendan er kanska eitt sindur minni sjálvgjørd enn tann fyrra. Hon leikar um allan heimin, og eingin sleppir undan. Men øll framkomin lond royna, hvat tey kunnu fyri at byrgja upp fyri, og hvat kunnu vit so gera her hjá okkum? Ikki serliga nógv.

Aftur hesaferð fáa vit eina hond rættað úr ríkisfelagsskapinum, og aftur er tað Danmark, sum bjóðar okkum við inn í tær skipanir, sum tey hava sett í verk fyri at bøta um skaðan av kreppuni. Fyrst við at leggja eitt óavmarkað trygdarnet undir alt innistandandi í peningastovnunum. Vóru vit ikki við í hesum, so vóru okkara bankar tømdir eftir stuttari tíð, og peningurin flíggjaður í danskar bankar. Bankarnir skulu sjálvir gjalda, ja, men bert ein part av kostnaðinum.

Annað bjargingarbelti er júst kastað okkum. Eingin sigur, at vit skulu taka tað, men tað stendur okkum í boði á sama hátt sum fyri øllum donskum peningastovnum. 100 milliardir kr. vil danska ríkisstjórnin læna bankakervinum í øllum ríkinum fyri at peningastovnarnir betri kunnu læna pening víðari út. Eisini til føroyskar peninga-stovnar.

Okkurt lítið grenj var at hoyra, tá ið Anders Fogh Rasmussen sýtti løgmanni føroyska umboðan í nevndini, sum samráddist um henda seinna pakkan. Men tað legði seg skjótt. Á tekstvarpinum hjá DR 1 og DR 2 kundi man ein ella tveir dagar seinni lesa: “Færinger raser over ikke at være inviteret til forhandlinger om bankpakke 2”. Eg hoyrdi einki rasarí her í Føroyum um tað mundið, men legði til merkis, at júst í teimum døgum var tað føroyska fólkatingsumboðið, sum er valt av Tjóðveldi, staddur í Danmark. Kanska hongur tað soleiðis saman.

Føroyskir útflytarar hava tað trupult, tí fiskaprísirnir eru lágir og kanska enn fallandi. Goymslurnar vaksa, og tað verður alt meira trupult hjá virkjunum at fíggja goymslur og debitorar. Men her kemur kanska tann størsta hjálpin av øllum úr ríkisfelagsskapinum. Okkara vinnumálaráðharri hevur arbeitt fyri at fáa danska Exportkreditfondin til at strekkja sítt virkisøki til eisini at umfata Føroyar – og tað við hepnari hond. EKF er ein grunnur, sum ríkisstjórnin hevur fyllt 20 milliardir kr. í, til at debitorfíggja danskan export við. Um føroyskir útflytarar fara at brúka henda møguleikan, so merkir tað, at teir so skjótt vøran fer av landinum, kunnu teir fáa tað mesta ella 90 – 95% av fakturavirðinum útgoldið og harvið fáa pening til at keypa nýggja rávøru.

Tað var ússaligt at fylgja andstøðuni í viðgerðini av hesum málunum í løgtinginum. Tjóðveldisflokkurin vavdist uppi í teimum báðum bankapakkunum við okkurt um eina føroyska loysn – hvat ið tað so enn er - og helt seg heilt burtur undir viðgerðini av EKF, tí her var ringt at finna okkurt at fílast at. Ein donsk exportskipan, sum eisini vil tryggja allan føroyskan útflutning. Hetta er ríkisfelagsskapurin, tá ið hann er bestur, men heskin biti hjá onkrum at fáa niður. Umboðið fyri Miðflokkin royndi at muta ímóti, men fyrru ferð rendi hann seg í tvær greinar, sum “gælder ikke for Færøerne”, og tá ið hann kom til EKF, so vísti hann týðiliga, at hann ikki hevði lisið uppá og tí ikki hevði ánilsi fyri, hvat hetta gekk út uppá. Undir viðgerðini av bankapakkunum tosaði eitt umboð hjá Tjóðveldinum fleiri ferðir um eina føroyska loysn. Hvat er ein føroysk loysn? Man eg ikki fáa sama svarið, sum tá ið eg spyrji tey: Hvat er ein tilfeingisbúð? Og hvussu skal hon umsitast? Einki svar, tí eingin veit.

Alt hetta kann fáa ein til at hugsa um, um ríkisfelagsskapur er eitt einvegis hugtak. Er bert ein veitari og tveir móttakarar í hesum felagsskapi? Ella skal tað ongantíð ganga hinvegin? Ella er ríkisfelagsskapurin bert ein kreppugrunnur? Hvat um vit øll alla tíðina mentu hann soleiðis, at vit alla tíðina fingu tað besta burtur úr honum. Vit eru ríkisborgarar. Hava øll ríkisborgararrætt og sum soleiðis frítt at fara í øllum ríkinum og njóta tað, sum hesin felagsskapurin hevur at bjóða.

Hvat um vit øll alla tíðina í felag arbeiddu fyri at menna hetta útboðið við tí fyri eyga bara at fáa tað besta burtur úr honum? Eisini loysingafólkini. Ótrúligt at nakar vil fornokta sær sjálvum og tjóðini tað ríkidømi, sum liggur í ríkisfelagsskapinum.

Men sum sagt er ríkisfelagsskapurin ikki nøkur sjálvfylgja. Vit sleppa burtur úr honum tann dag, vit sjálvi vilja tað. Men við tí, vit hava verið ígjøgnum hesi seinastu 20 árini, er ilt at hugsa sær, hvar Føroyar høvdu verið búskaparliga, um vit ikki vóru í einum felagsskapi, sum helt okkum á floti. Hvar vóru Føroyar, um vit stóðu einsamøll í hesum meldrinum? Tí skilir man eisini ta vaksandi undirtøku millum føroyingar í dag fyri framhaldandi at vera saman í ríkinum, tí saman eru vit sterkari – og ríkari.