Ríkisfelagsskapurin blómar

?Tað gleðir meg at síggja, at ríkisfelagsskapurin blómar, segði Anders Fogh Rasmussen, forsætisráðharri á tíðindafundi eftir ríkisfundinin

Ríkisfundur

Tað var gott lag á monnum, tá skipað varð fyri tíðindafundi eftir ríkisfundin týsdagin. Teir tríggir, Anders Fogh Rasmussen, Anfinn Kallsberg og Jonathan Motzfeldt, høvdu sitið á fundi nakað yvir tveir tímar.
Anfinn Kallsberg gjørdi frá byrjan greitt, at teir á fundinum høvdu tosað um yvirordnað mál, sum hann tók til.
?Vit hava allir kunnað um búskaparligustøðuna í teimum trimum londunum. Forsætisráðharrin hevur greitt frá, um støðuna og gongdina í ES. Tosað varð eisini um ríkisfelagsskapin, har eg og Jonathan Motzfeldt kunnaðu um sjálvstýrisgongdina í Føroyum og Grønlandi, segði Anfinn Kallsberg.
Hann kallaði fundin fyri sera góðan. Løgmaður sá eisini góðar møguleikar fyri at økja um samstarvið.
Sjálvstýrisgongdini í Føroyum varð bert leysliga viðgjørd, og eingin broyting er í teirri felagsfráboðan um yvirtøkur frá januar mánað. Bæði danir og føroyingar eru til reiðar at samráðast um hvørja yvirtøka sær innanfyri ríkisfelagsskapin. Anfinn Kallsberg og Anders Fogh Rasmussen søgdu, at blokkstuðulin ikki var tikin upp á tungu.
Danski forsætisráðharrin, Andes Fogh Rasmussen, var ikki minni positivur enn løgmaður. Hann slegði fæst, at fundurin hevði verið góður, og ríkisfelagsskapurin hevur tað ógvuliga gott í hesum døgum.
Ríkisfelagsskapurin blómar, segði Anders Fogh Rasmussen.
Hann segði, at partarnir høvdu tosað um ríkisrættarligu viðurskiftini og staðfest, at tað stendur væl til.
Um viðurskiftini Danmarkar og Føroya ímillum segði hann, at Heimastýrislógin er ikki statisk og broytist alla tíðina.
?Tað skulu arbeiða uppá, og vit skulu útbyggja og nýmótansgera hana, segði danski forsætisráðharrin.
Anders Fogh Rasmussen nevndi eisini, at hann metti tað vera ógvuliga natúrligt, at kjak var millum manna um sjálvstýrisspurningar og indentitet. Hann stuðlar eisini tilgongd, har tað er føroyska og grønlendska fólkið, ið sjálvi taka avgerðirnar, um ein framtíðarleiklut innanfyri ella uttanfyri ríkisfelagsskapin.
Svarið til flest allar spurningar frá Anders Fogh var, at hann ikki vildi blanda seg í intern føroysk viðurskifti.
Eisini spurningurin viðvíkjandi ES-limaskapi hjá Føroyum, vildi danski forsætisráðharrin ikki gera aðra viðmerking til enn, at hetta var ein spurningur, føroyingar sjálvir máttu taka støðu til.
Eisini Jonathan Motzfeldt lat væl at fundinum.
?Tað er skeivt at isolera seg á ísinum, og vit vilja fegnir samstarva og vísa, at vit eru ein partur av Evropa, segði Jonathan Motzfeldt.
Hann umrøddi eisini kvotuspurning millum Grønland og ES. Eisini Anfinn Kallsberg hevði føroysku rækjukvoturnar á orði á ríkisfundinum.

NATO
Eitt mál, sum seinastu dagarnar hevur fingið nógva umrøðu í fjølmiðlunum, er spurninginum um støðuna hjá Føroyum viðvíkjandi NATO.
Anders Fogh Rasmussen vildi ikki gera nakra serliga viðmerking. Fundurin hevði givið tað úrslit, at føroyingar og danir vóru positivt innstillaðir yvirfyri einum samstarvi viðvíkjandi verjupolitikkinum.
Løgmaður gjørdi greitt, at hann kundi hugsað sær, at føroyingar tóku størri ábyrgd á verjuøkinum.