Ríkisfelagskapurin - Ein sterk eind í altjóða samfelagnum

Sambandsflokkurin vil tryggja vælferðina fyri hvønn einstakan og ynskir tí at verða ein partur av eini størri eind.

Tað er ein grundleggjandi fyritreyt fyri einum vælvirkandi samfelag í altjóðagerðini, at sambandið út í heim allatíðina verður ment.
Ein upplagdan møguleika til tess hava vit í ríkinum, gjøgnum tey sambond og tær sendistovur, ið Danmark hevur grundað.
Við einum umboði á Fólkatingi hava vit møguleika at tryggja okkum ávirkan á lóggávu, ið onkursvegna kann ávirka Føroyar og føroyingar. Okkara umboð hava eisini víst, at við góðum samstarvi ber til at røkka málum, ið annars ikki høvdu verið rokkin.
Vit vilja menna ríkisfelagskapin enn meira og gera brúk av øllum teimum møguleikum, ið liggja ótroyttir í dag. Vit eiga at samstarva munandi tættari á fleiri økjum, eitt nú fáa fleiri tvískattasáttmálar til fyrimuns fyri bæði persónar og vinnu, verða ein partur av ígongdsetara- og stuðulskipanum, og vinnan eigur at gera nógv meira brúk av ríkisins sendistovum um allan heim.
Vel eitt sterkt umboð á Fólkating