Ríkiseind og 1814

    

Zakarias Wang
?????????????

Ríkiseindin
Eg eri spurdur, um vit eru í einari ríkiseind.
Tað eru vit.
Í hesum er einki nýtt. Tað hava vit nevnliga verið síðan 29. august 1450, tá norska og danska ríkisráðið við Marcellus erkibiskuppi á odda gjørdu ein sambandssáttmála. sum ásetti at Noreg og Danmark, sum longu høvdu valt sama mann til kong, eisini skuldu vera saman á jøvnum føti í kríggi og friði. Tá hildu Noreg og Danmark uppat at vera sjálvstøðug ríki og gjørdust partar av eini nýggjari fólkarættareind, sum bæði ríkini høvdu eins nógv ræði á. Tí ber til at siga, at talan er um eina ríkiseind, so sum gjørt verður í heimastýrislógini.
1814
Harumframt eri eg spurdur, um vit í 1814 gjørdust ein partur av Danmark.
So er ikki.
Í 1814 læt okkara norski kongur Eysturnoreg frá sær, men var framvegis kongur í Vesturnoreg (Grønlandi, Føroyum og Íslandi). Hvørki í 1814 ella seinni er tað komið upp á tal at niðurleggja deilríkið Vesturnoreg og gera tað til ein part av deilríkinum Danmark. Tað stendur nevnliga í samríkjasáttmálanum frá 1450, at tey innbornu í hvørjum ríki sær stýra tí. Skulu vit innlimast í Danmark, skulu vit, sum búgva í Vesturnoreg (t.e. Grønlandi og Føroyum og til 1918 eisini íslendingar), undir einum samtykkja hetta.
Vit vita væl, at tað ofta er komið fyri, at tað sambandsríki ella unión, sum vit gjørdust ein partur av í 1450, í sáttmálum við onnur ríki hevur verið nevnt Danmark. Orsøkin til hetta er, at henda uniónin ikki hevur nakað alment navn. Sambandssáttmálin ásetir ikki hvussu henda nýggja uniónin skal eita. Sum kunnugt góvu vit í 1661 kongi alt lóggávuvald, gerðarvald og dómsvald, og tí fekk hann eisini rætt til at gera sáttmálar við onnur ríki. Tá gjørdist tað alt meir vanligt, at henda navnleysa fólkarættareindin í slíkum sáttmálum varð nevnd Danmark. Men sjálvt um slíkir sáttmálar fevndu um hertogadømini Slesvík og Holstein, so blivu tey ikki innlimaði í Danmark fyri tað, og tíansheldur varð kongsríkið Noreg innlimað av slíkum sáttmálum.
Í hesum hendi eingin broyting í 1814. Vit eru framvegis í unión við Danmark, men eru ikki partur av Danmark. Kongur hevur rætt at gera sáttmálar við onnur ríki, har hann sigur seg umboða Danmark í týdningi av uniónini millum Vestnoreg og Danmark. Men framvegis liva vit undir tí sama sambandssáttmála, sum sigur at vit, ið her eru innborin, stýra ríki okkara, og at stig, sum skulu takast í uttanríkispolitikkinum, bert kunnu takast um báðir partar eru samdir um tey.
Tey vandamál, ið kunnu taka okkum av fótum, eru hin vegin knýtt til arvaeinaveldislógina frá 1661, sum varð samtykt einmælt á einum eykaløgtingi í Tórshavn tann 14. august 1662. Hetta er stjórnarskráin ella grundlógin fyri Grønland og Føroyar, og hon sigur, at vit lata frá okkum alt lóggávuvald, gerðarvald og dómsvald til kong. Tí hava vit ikki rætt til at gera sáttmálar við onnur ríki, og vit hava einki mark sett fyri, hvørjar ásetingar ið kunnu standa í slíkum sáttmálum.
So leingi vit liva undir hesi stjórnarskrá hava vit onga trygd fyri, at okkara sambandsríki ikki ger ein sáttmála við onnur ríki um at tað vald, vit hava givið kongi, verður latið frá honum til útlendskar stovnar, sum vit yvirhøvur ikki hava tomur á.
Tað er hetta, sum nú er upp á tal, tí nú skal ein nýggjur ríkjasambandssáttmáli gerast millum nógv lond í Evropa.
Tað er hesum, vit skulu vera á varðhaldi fyri, og tí er tað umráðandi neyðugt hjá okkum at fáa tað vald aftur, sum vit við 1661-stjórnarskránni lótu kongi upp í hendur.