Ríkisborgararætturin er eitt gylt atgongumerki

Edmund Joensen

Føroyar hava bestu møguleikar í verandi ríkisfelagsskapi, har allir møguleikar, sum ríkið bjóðar, standa føroyingum í boði. Serliga tey ungu eru í sterkari støðu.
Felags ríkisborgararætturin er eitt gylt atgongumerki hjá øllum føroyingum, men kanska serliga hjá teimum ungu, ið vilja út-búgva seg á hægri læru-stovnum í Danmark ella aðrastaðni í Evropasamveldinum.
Okkara ungu, sum vit áhaldandi skulu eggja til at fara út í stóru verð at søkja sær vitan fyri síðan at koma aftur at byggja land, hava bestu møguleikar við ES passinum í hondini. Hesar møguleikar mugu tey ikki missa.
Hugsið um, at fleiri politiskir flokkar í Føroyum ætla at lata av hondum felags ríkisborgararættin. Flokkar sum nú aftur bjóða seg fram at umboða tykkum á fólkatingi næstu 4 árini.
Hugsið eisini um, at liberali sambandspolitikkurin er í tráð við nútímans støðuna her í framkomna partinum av heiminum. Fólk vilja hava frælsi at velja frítt. Fólk vilja hava veruligt fólkaræði.
Sambandsflokkurin er hornasteinurin í føroyskum politikki. Flokkurin stendur fyri einum politikki sum ger tað møguligt at vera partur av einum størri ríki í heimssamfelagnum og samstundis stýra egnum landi. Tað er ein sterk støða fyri okkum føroyingar.
Uttan ein sterkan Sambandsflokk er eingin trygd fyri, at hesir møguleikar vera varðveittir Føroya fólki. Minnist til tað á valdegnum 8 februar.