Rákið í Sosialinum í kvøld

Tey, sum keypa Sosialin hetta vikuskiftið, kunnu gleða seg til nógvar hugnaligar og forvitnisligar løtur við serliga herliga Rákinum, sum liggur inni í blaðnum í kvøld. Í Rákinum hesaferð lesa vit millum annað um fólk, sum hava gjørt dreymar sínar til veruleika. Vit lesa um listakvinnuna Rannvá Mortensen, sum flytur til India at mála. Um grønar føroyingar, sum hava valt eitt sunnari lív sum vegetarar, og um 32 ára gomlu Sóley Hermansen úr Havn, sum hevur joga sum ein natúrligan part av gerandisdegnum.

Her eru lekrar bindiuppskriftir, syndafullar køkur, bøkur, tú bara mást lesa, og so shoppa vit second-hand í Havn.

Og visti tú, at tað ber til at fáa knallreytt hár við vistfrøðiligari liting í Klaksvík?

Og at tað als ikki er so ræðuligt at taka orðið í einari stórari mannfjøld?

Hetta ? og mangt mangt annað í Rákinum, sum liggur ókeypis í Sosialinum í kvøld.