Rákið ruddar botnin millum Stong og Eystnes

Tilfarið frá dýping við bingjuhavnina á Oyrareingjum verður ført burtur við rákinum og sæst tí ikki aftur á aftursøkkingarstaðnum á botni millum Stong og Eystnes Tað vísir ein kanning.

Í sambandi við útdýping av bingjuhavnini á Oyrareingjum, fekk Tórshavnar havn loyvi at aftursøkkja uppgrivna tilfarið á einum øki millum Stong og Eystnes, sum áður hevur verið nýtt til at søkkja skipsvrak. Loyvið umfataði aftursøkking av tilsamans 120.000 m3 sum skuldi aftursøkkjast á 120 metra dýpi.

Í loyvinum varð sett ein treyt til Tórshavnar havn um at kanna botnin á aftursøkkingarstaðnum og í økinum rundanum. Hetta fyri at kanna møgulig árin á staðnum og har í nánd.

Úrslit frá kanningini eru nú tøk í frágreiðing frá Kára Purkhús, lívfrøðingi, og Umhvørvisstovan sigur, at kanningarúrslitini eru í samsvar við fakligu ráðgevingina.

Kanningin byggir á sýni tikin við grabbi og videomyndir av botninum. Úrslitini vísa, at botnurin var harður og onki sediment kom í grabban. Tað, sum kom í grabban vóru smásteinar og nakað av øðu, krabba og gágguskel. Hetta samsvarar við teldusimuleringar av rákinum á leiðini við aftursøkkingarstaðið, ið vísa at rákið kann vera sera hart, skrivar Umhvørvisstovan á heimasíðu síni.