Ríkið hevur annan leiklut

Ríkisumboðið er sjáldan til staðar í løgtinginum og er so at siga ikki við í nøkrum kjaki har

Ríkisumboðið í Føroyum er sjáldan til staðar á løgtingsfundinum, hóast umboðið hevur rætt at vera har.
Tað vísir uppgerðin yvir uppmøting, sum er gjørd við grundarlagi í gerabókini hjá løgtinginum.
Birgit Kleis var í seinna hálvári í fjør til 14 av 38 løgtingsfund, og í hinum 24 førunum var einki at síggja til umboðið hjá ríkinum í Føroyum.
Fyri 30 og 40 árum síðani spældi ríkisumboðið í Føroyum ein nógv meira virknan leiklut í umsitingini av føroyska samfelagnum, og tað hoyrdist eisini aftur á løgtingi, har til dømis Mogens Vahl í heilum var við í viðgerðini av ymsum málum.
Men síðani vælferðarøkini eru yvirtikin og blokkstuðulin varð veruleiki, er leikluturin hjá ríkisumboðnum broyttur. Nú snýr tað seg mest um at fylgja við í tí, sum hendir í føroyska samfelagnum, og rapportera tað heim til myndugleikarnar í Danmark.
Hetta sæst tí eisini aftur í, hvussu virkið ríkisumboðið er í løgtinginum, tí síðsta hálva árið var Birgit Kleis bert til ein triðing av teimum 38 tingfundunum.