Rákið er við nei-síðuni

Minni enn tríggjar vikur áðrenn bretska lagnudagin, tá borgararnir skulu taka støðu til, um Bretland framhaldandi skal vera verandi í ES, tykist trendurin at vera greiður. Fleiri og fleiri bretar ynskja Bretland úr ES.


Seinastu veljarakanningarnar, ið ICM og YouGov hava gjørt vísa, at umleið 4-5 prosent av veljarunum ynskja at sleppa úr ES. Tað hendir eftir, at veljarakanningarnar síðstu vikurnar eru farnar frá at hava verið javnar til so líðandi at vísa, at flest bretar atkvøða nei til ES.


ICM kanningin staðfestir, at 48 prosent av bretum høvdu atkvøtt nei, meðan 43 prosent høvdu atkvøtt j, um val var í dag. Um samanborið verður við síðstu kanningina hjá stovninum, ið varð gjørd í síðstu viku, so er munurin hækkaður úr trimum til fimm prosent.


Eisini í YouGov kanningini var munurin fimm prosent. Í tí kanningini søgdu 45 prosent, at tey atkvøða nei, meðan 40 prosent atkvøða ja.


Bæði talsmenn hjá YouGov og ICM vísa á, at nógv bendir á, at rákið í løtuni er við nei-síðuni, ið hevur havt meirilutan í fimm av teimum seinastu átta kanningunum. Ein var jøvn, meðan ja-síðan var á odda í tveimum kanningum.