Heimsins eygu eru í dag vend móti Bretlandi, har veljararnir í dag avgera um Bretland framhaldandi verður eitt ES-limaland.
- Skal Stóra Bretland vera verandi limur í Evropeiska Samveldinum ella fara úr Evropeiska Samveldinum?
Tað er spurningurin, ið bretar skulu svara uppá, tá tey trína inn í valhølini.
Um seinastu veljarakanningarnar áðrenn sjálvt valið er eftirfarandi, so verður talan um ein sigur til ja-síðuna, tað vil siga teirra, ið ynskja at Bretland verður verandi í ES.
Ein veljarakanning, ið Ipsos MORI hevur gjørt fyri enska blaðið the Evening Standard, staðfestir nevniliga, at 52 prosent av veljarunum ynskja at vera verandi í ES, meðan 48 ynskja at fara úr ES.
Ein onnur kanning, hendan gjørd av Populus, vísir eina uppaftur størri leiðslu til teirra, ið stuðla bretskum ES-limaskapi. Í tí kanningin eru tað 55 prosent, ið ynskja at verða verandi, meðan 45 prosent vilja sleppa úr ES.