Ríkfólk í Bretlandi eiga at rinda kreppuskatt

Formaðurin í liberala flokkinum í Bretlandi, Neil Clegg, sum eisini er varaforsætisráðharri, heldur, at bretsk ríkfólk eiga at rinda ein serligan kreppuskatt fyri at vísa størri samhaldsfesti í hesum krepputíðum.

Stjórnin í London hevur boðað frá sparingum í teimum almennu útreiðslunum, og at hetta verður neyðugt tey næstu fimm árini. Neil Clegg (myndin) sigur í samrøðu við blaðið Guardian, at skulu so umfatandi tiltøk fremjast, er tað umráðandi at tryggja, at tað verður gjørt á ein rættvísan hátt.

-Skulu vit varðveita samhaldsfestið og vælferðarsamfelagið í Bretlandi, noyðast tey ríku at átaka sær eyka byrðar, sigur Neil Clegg við blaðið.

Í næsta mánað fara teir liberalu at halda ársfund, og tá fer formaðurin væntandi at greiða nærri frá hugskoti sínum. Eygleiðarar í London siga, at hugskotið fellur ikki í góða jørð á tí konservativa samstarvsflokkinum.