Úr kaos kemur ordan….

G!festivalurin 2010 var ein heldur ørðvísi uppliving, enn tey flestu høvdu vónað, ætlað og roknað við. Vindurin ýldi, og himmalsins slúsir stóðu víðopnar allan hósdagin, og hóttu við at skola alt tiltakið á hav saman við tjøldunum, ið fuku av tjaldingarøkinum. Men tá alt kom til alt, gjørdist festivalurin ein góð uppliving, sum er verd at minnast.

Hósdagin sóust festivalgestir í gummistivlum, regnklæðum og við fullum upppakningi ganga eftir vegnum sum villfárilsi millum bilar og hús, leitandi eftir terra og nærri boðum um, hvussu leikur fór at fara við tiltakinum, sum tey høvdu glett seg til í fleiri mánaðir.

Syðrugøta, ið vanliga er full av glaðum fólki beinanvegin G! byrjar, var so at siga manntóm.

Niðri á torginum stóðu allir básirnir tómir, sandurin var burtur, tann stóri pallurin stóð og sveiggjaði í nógva vindinum, síðurnar á pallinum á spæliplássinum skryktu seg leysar og áirnar stóðu fullar í vatni. Av og á hoyrdist, at alt var avlýst, fyri hareftir at verða avsannað aftur. Tað var tí ringt hjá teim flestu at halda tí góða lagnum uppi á einum støði, ið kundi yvirvinna karmin og óvissuna um, hvussu leikur fór at fara, men tey flestu megnaðu tó at halda stand, eftir at tey høvdu funnið okkurt stað at kroka, skifta klæði og turka teir vátu soviposarnar.

Hóskvøldið byrjaði festivalurin so endiliga av álvara, og hóast komandi dagarnir vóru eitt virvar av skráum, ið javnan blivu broyttar, regni, sól, vindi, streymsliti osfr. bleiv G! 2010 ein uppliving, ið alt í alt verður verd at minnast. Ikki bert fyri tónleikin, men eisini fyri tann stemningin, gestablídni og viljan til at fáa tiltakið at eydnast, hóast náttúran vísti seg frá síni súru síðu. Skráin var góð og fjølbroytt, og hóast pallurin á sandinum mátti lúta fyri aldunum og takast niður, so allar stóru konsertirnar máttu spælast á spæliplássinum, har ljóðútgerðin ikki var hin sama sum á stóra pallinum, spældi G! so væl av sum tað yvirhøvur kundi, soleiðis sum umstøðurnar vóru.