Úr Kalli til Klaksvíkar

Av tí at tað gjørdist ov møtumikið at ferðast millum Klaksvíkina og Havnina, hevur Rani Nolsøe valt at siga starv sítt upp sum menningarstjóri á Kalli.

 

Rani Nolsøe hevur sagt seg úr starvi sum menningarstjóri á fjarskiftisfyritøkuni Kall. At hann hevur valt at fara úr starvinum kemst sambært Rana Nolsøe ikki av nakrari ósemju, men hinvegin av at ferðasambandið millum Klaksvíkina og meginøkið gjørdi tað ómøguligt hjá honum at røkja sítt starv í Havn og samstundis vera virkin í Klaksvík.

 

Rani Nolsøe er býráðslimur í Klaksvík, og millum annað av hesi orsøk vildi hann ikki flyta bústað til Havnar.

 

Rani Nolsøe hevur havt farloyvi frá starvinum sum havnar- og menningarstjóri í Klaksvík og fer nú aftur í hetta starv.