Ríkaður við vinnu og mentan

- Mentanardagarnir og harmonikutreffið, sum nú stunda til í Fuglafirði, fara at ríka okkum og fara at geva okkum íblástur, sigur Sonni á Horni, borgarstjóri.

- Eg ivist onga løtu í, at mentanardagarnir og harmonikutreffið, sum nú stunda til í Fuglafirði, fara at ríka okkum og fara at geva okkum íblástur.

 

Tað sigur Sonni á Horni, borgarstjóri í Fuglafjarðar kommunu, nú mentanardagar í Fuglafirði verða settir í Miðnámi á Kambsdali týskvøldið.

 

Borgarstjórin gleðir seg sum fuglfirðingar flestir til stóru og fjølbroyttu mentanardagarnar - og Føroya størsta harmonikutreff, sum nú á triðja sinni verður í Fuglafirði.

 

- Vit eiga eina ríka vinnu, eina ríka mentan og ein ríkan og dugnaligan ungdóm, og eg haldi, at evnið tilfeingismentan, sum hesir dagar nú fara at seta sjóneyku á, er ógvuliga áhugavert og fevnir breitt.

 

Sonni á Horni gleðist um, at so mong hava lyft undir hesi tiltøk, sum koma at mynda teir næstu dagarnar í Fuglafjarðar kommunu.

 

- Vit hava valt at skipa okkum væl á mentanarliga økinum, og eg haldi, at vit eru sera heppin at eiga so dugnalig fólk at taka sær av so stórum tiltøkum, sum her verða løgd fyri dagin, sigur hann.

 

Vegna Fuglafjarðar kommunu ynskir Sonni á Horni at bjóða øllum - bæði nær og fjar - hjartaliga vælkomnum at vitja í Fuglafirði, nú mentanardagar og harmonikutreff verður.

 

Meira kann lesast um mentanardagar í Fuglafirði á www.mentan.info