Ein gig er ein heilt øðrvísi bátur enn tann føroyski. Tað er ongin ivi um tað. Men tað er eisini munur á teimum ymisku giggunum. Tá Jannie hevur verið á Scilly hesuferð, hevur hon sum helst tann einasta sitið í trimum ymiskum giggum. Fyrst er tað Brendan, sum RSF hevur fingið heim til manningarnar at venja í. Síðani er tað Sowenna, sum tær róðu í báðu ferðirnar tær hava verið harniðri. Sowenna er ein gomul gig, sum so at siga ikki verður nýtt longur. Tað er eitt lokalt felag á St. Mary, sum eigur hana. Men í fjør keypti Amerada Hess eina nýggja gig til felagið við tí treyt, at føroyingarnir kunnu nýta hana júst til hesa kappingina. Tað er nevniliga so, at tað eru nógvar, nógvar aðrar kappingar har um leiðir eisini, og tá nýta tey so ta nýggju gigina, sum eitur Kerens.
Jannie og hinar eru sera spentar at sleppa at royna ta nýggju giggina. Tær hava bert sæð hana á myndum, men av tí at ein av teimum var á Scilly og róði í fjør, so hava tær fingið frágreiðingar frá henni, um hvussu tann nýggja er.
Og har er okkurt sum Jannie stúrir eitt sindur fyri.
? Árarnar á Kerens eru heilst øðrvísi enn tær á bæði Brendan og Sowennu, so eg vóni ikki, at tað kemur at gera tann stóra munin, sigur róðurskvinnan á Kerens.
Av teimum sjey, sum fara niður á Scilly komandi mánadag, eru fýra, sum hava roynt tað áður, so vónirnar áttu at verið góðar til eitt rímuligt úrslit.
Men Jannie sigur sum minst, tá prátið fellur inn á tað.
? Vit skulu í eina aðra gig, og hana mugu vit síggja og royna fyrst, sigur hon at enda.
Sosialurin ynskir kvinnunum á Kerens góða eydnu í róðrunum á Scilly.