Tá kemur Íslandsrossafelagið at sýna fram gonguløg, og síðan byrjar sjálv kappingin. Kappast verður í trav, skeið, tvíspor ung og tvíspor vaksin II og I flokkur.
Um fjøruti ross luttaka. Aftaná er ætlanin at skipa fyri old boys kapping. Síðan verður togtogan millum rossamenn úr Vágunum og rossamenn úr Havnini og aðra staðni.
Tá liðugt er á ríðibreytini verður farið oman á Flúgvarabedingina til ponyríðing, MBM synir fram útgerð til rossabrúk og ymisk amboð til landbúnaðin.
Møguleiki verður hjá børnunum, at royna vælumtøktu hoppiborgina.
Kl 21.30 verður stóra bálið tendrað, har sungið verður saman við Sámal Ravnsfjal.
Mina Reinert fer at halda midnáttarrøðuna.
Aftaná spæla Sámal og vinmenn til dans, sigur Vága Ríðingarfelag