Nýggjasta yrkingasavnið er áttanda í røðini hjá Jóanes Nielsen. Í savninum, sum er 84 síður til longdar, eru bert seks tekstir, men flestu teirra eru bæði drúgvir og býttir í fleiri partar.
- Eins og flest allir høvundar havi eg nøkur tema, sum ganga aftur. Fyri mítt viðkomandi eru hesi kærleikin, politikkurin og religiónin, sigur Jóanes Nielsen. Sjálvur heldur hann, at nýggja savnið innihaldsliga minnir nógv um fyrstu útgávur hansara.
- Hetta savnið er ikki so æstetiserandi sum tey seinnu, men kanska hvassari, meira spottandi og politiskt, sigur hann.
Gud er á Kuba
Fyrsta yrkingin í nýggja savninum eitur ”Brent myrkur”, og hon sigur millum annað frá, at tann einborni er komin aftur á fold, men hesaferð í tarvalíki. Teksturin er ein veldig apokalypsa, ein Jóanesar opinbering, har tað vakra og tað skitna verða rørd í ein sælan blanding. Somuleiðis ”Topp tíggju listin”, har Gud og Bíblian verða væl og virðiliga vavd upp í okkara tíð. Og yrkingin veitir lesaranum svarið uppá, hvar Gud er í dag: nevniliga í einum saltílati á Kuba.
Dyrkar forfallið
Útgevarin, Mentunargrunnur Studentafelagsins, sigur, at í øllum yrkingunum er ein dyrkan av estetikkini í forfallinum, og at tað finst ov nógv av tí harða - og ikki minst keðiliga - veruleikanum og ov lítið av fantasieggjandi dreymum. Her er eingin ræðsla fyri tí komandi deyðanum, sum er ein ósvikaligur veruleiki, og einastaðni stendur, at ”Einaferð var sjálvmorðið ein av mínum yndisblómum”.
- Soleiðis skrivar bara eitt veruligt skald, sigur Mentunargrunnur Studentafelagsins í kunningartilfarinum um útgávuna.
Øðrvísi klædningur
Spurdur, hvussu leingi hann hevur arbeitt við savninum, sigur Jóanes, at hetta eru yrkingar, sum eru skrivaðar seinastu seks árini.
- Eg skrivi altíð. Tá eg kenni á mær, at nú er nóg nógv tilfar, savnið eg tað saman og høggi tað til. Seinastu mánaðirnar havi eg arbeitt meira miðvíst við at skriva inn á teldu, prenta út og redigera, sigur Jóanes Nielsen.
Ole Wich hevur gjørt permu og uppseting, og her víkur bókin rættiliga fitt frá vanligum føroyskum yrkingasøvnum. Einstøk orð og einstakir stavir eru settir við ymiskum litum at draga brigdi fram. Somuleiðis eru partar rammaðir inn í karm av liti.
- Eg eri sera væl nøgdur við grafiska klædningin hjá Ole Wick, og samstarvið okkara millum hevur verið fyrimyndarligt, sigur Jóanes Nielsen, sum sjálvsagt ikki vil avdúka, hvat verður tað næsta, vit kunnu vænta frá honum, men at hann arbeiðir við onkrum.
Fastur skari
Eisini vísir hann á, at tað er tilvitað, at bókin kemur út júst nú.
- Eg royni at bróta hasa margháttligu siðvenjuna við at bøkurnar trunka seg saman undan jólum. Í sambandi við yrkingar, er tað eisini øðrvísi, tí keyparaskarin er rættiliga fastur, so tað hevur kanska ikki so stóran týdning nær tað kemur út, sigur Jóanes Nielsen, sum sjálvandi eisini setir eina æru í at geva út á sjálvum 1. mai.
Jóanes Nielsen
Tey eru, sum taka mánalýsi í álvara
Yrkingar
Mentunargrunnur Studentafelagsins
84 blaðsíður
180 kr.
--
Myndatekstur:
Jóanes Nielsen situr í trappuni heima við Strond.
– “Hamar og seglið” fekk eg frá einum sørvingi, sum bjargaði tí av einum russiskum trolara, tann dagin gamla Sovjetsamveldið fall. Manningin kleiv upp í skorsteinin við einum skeribrennara at beina tað burtur, men gamli sørvingurin fekk tað og bar mær tað, meðan hann spurdi, um eg ikki var hendan typan, sigur Jóanes Nielsen.
--
www.rit.fo