Ræðist ikki Beijing

Kinesiska mannarættindastríðskvinnan Rebiya Kadeer vil vera við, at leiðslan í Beijing brúkar landsins búskaparligu framgongd og megi til at fáa umheimin at gevast við at finnast at mannarættindunum í Kina.

Rebiya Kadeer helt røðu á einum fundi, sum tað avstralska fjølmiðlafelagið skipaði fyri í Canberra í gjár, hóast kinesiskir umboðsmenn hava mótmælt, at hon var biðin til røðara á fundinum.

Í røðuni takkaði hon avstralsku myndugleikunum fyri, at teir góvu henni innferðarloysi hóast mótmæli úr Beijing.