Ræðist bara eitt lið

Og tað er ikki Real Madrid, FC Barcelona ella Bayern München.

Í morginárini verður lutakast um hvør fer at hittast í fjórðingsfinalunum í Champions League. Í pottinum eru Monaco, Real Madrid, Borussia Dortmund, Bayern München, Juventus, Atlético Madrid, FC Barcelona og Leicester.

 


Málverjin hjá Juventus, Gianluigi Buffon, sigur seg helst vilja sleppa undan tí eina liðnum, og heldur óvæntað er tað ikki eitt av stórfeløgunum so sum Real Madrid og FC Barcelona.

 


- Eg vil helst sleppa undan Leicester, sigur hann við Football Italia.

 


- Teir hava eldhuga og passión, og teir hava vápnini til at revsa tey lið, sum ynskja at skapa dystir, grundgevur hann víðari.

 

 

Lutakastið byrjar í morginárini kl.11.00. Fyrru fjórðingsfinalurnar verða spældar 11. og 12. apríl, meðan tær seinnu verða vikuna eftir, 18. og 19. apríl.