Marius høvdu í kvøld eina góða og erliga konsert á lítla Føroya tele pallinum Ikki vóru tey so mong, sum høvdu savnað seg rundan um pallin, tá teir tríggir í Marius spældu. Helst mátti tað vera tí, at fólk streymaðu oman á Vágsbø fyri at fáa gott pláss til brakið við Westlife aftaná.
Men tey, sum høvdu sett tíð av til Marius, vórðu ikki snýtt. Marius hevði eina erliga, hálvráa og akustiska konsert. Ljóðførini vóru tveir kassaguitarar, ein trumma og eitt klokkuspæl.
Marius Ziska sang ótrúliga væl. Hinir báðir í bólkinum sungu aðru og triðu stemmu, og gekk allur sangurin upp í eina hægri atmosferiska eind.
Marius er sín egin - og eitt sindur skeivur - bólkur. Men um man skal samanbera teir við onkran, so minna teir nakað um amerikonsku Simon&Garfunkel, har kassaguitarin og røddirnar fylla tað mesta.
Í stuttum høvdu Marius eina góða og atmosferiska konsert, har tað akustiska eyðmerkti hana.










