Ráðini fáa minni ráð

Miðfyrisitingin skal spara, eru boðini frá fíggjarnevndini hjá løgtinginum. Langt er kortini eftir á mál, áðrenn fíggjarlógin kemur aftur fyri tingið

FÍGGJARLÓG
Ingi Rasmussen

Aðalráðini í miðfyrisitingini fáa minni pengar enn tey trúðu at arbeiða við næsta ár.
Tað tykist greitt, nú fíggjarnevndin stríðist við at fáa stóru kabaluna við fíggjarlógini hjá løgtinginum fyri 2003 at ganga upp.
Onkur aðalráð hava longu fingið ábendingar um, hvussu nógv tey fáa skorið av sínari fíggjarætlan fyri næsta ár.
Óli Breckmann, formaður í fíggjarnevndini, váttar, at talan verður um skerjingar í mun til uppskotið hjá landsstýrinum.
? Játtanin verður ikki so høg sum ætlað.Vit hava prátað við aðalráðini og biðið tey verið meira moderat við sínum krøvum, men eg vil ikki kalla tað eina sparing, Tey fáa bara ikki so nógv, sum tey ætlaðu sær og halda seg hava brúk fyri, sigur Óli Breckmann.
Hann vil kortini onki siga um tøl enn, tí ov stutt er fráliðið. Hann fær heldur onki sagt um, nær nevndarviðgerðin verður liðug.
Higartil hevur fíggjarnevndin havt 12 fundir um løgtingsfíggjarlógina.
Sambært tingskipanini áliggur formanninum at gera nevndararbeiðið skjótast gjørligt, og í vanligum málum er freistin ein mánað, til álit skal latast løgtinginum. Men tá um ræður fíggjarlógina, er freistin hjá nevndini at lata løgtinginum álit tveir mánaðir eftir, at uppskotið varð beint í nevnd.
Málið var latið fíggjarnevndini 10. oktober. Sostatt skal álit latast løgtinginum 10. desember, um løgtingsformaðurin ikki leingir freistina.