Róin við donskum bólki

Róin Siggertsson er virkin tónleikari í Danmark, men á ólavsøkukonsertini ber aftur til at hoyra hann á føroyskum palli

Føroyski tónleikarin og tónasmiðurin Róin Siggertsson hevur búð í Danmark í fleiri ár, men hann hevur hann verið virkin tónleikari, og av og á hevur hann verið heima og spælt.
Róin var við á ólavsøkukonsertini í fjør, og hann kemur aftur heim í ár at spæla sín melodiøsa og stundum funkuta popptónleik.
Við sær í bólkinum hevur Róin dugnaligar danskar tónleikarar, sum fara at spæla saman við honum.

Gjørdi vart við seg
Róin Siggertsen var fyri einum ári síðani nógv frammi í Danmark, tí hann var ein av teimum, sum gjørdi vart við seg í sendirøðini Rock Idoler hjá TV3. Sendingin var skipað sum ein kapping millum tónleikarar fyri at koma við í ein bólk, og Róin var við heilt til endans, tá ið valið stóð ímillum hann og ein danskar sangara.
Valið fall á danska sangaran, men tá hevði Róin longu gjørt vart við sínar tónleikaligu dygdir.
Umframt at skriva tónleik fæst Róin eisini við at framleiða sín egna tónleik og tónleik hjá øðrum.
Fyri einum ári síðani var roWan, sum hann kallar seg á palli, ein frískt innslag á ólavsøkukonsertini, og nú fáa føroyingar so enn eina smakkiroynd av tónleikinum hjá honum.