Róin Schrøter: Aldurin er avgerandi

Tað sigur formaðurin í Kappingarnevndini hjá Fótbóltssambandinum, um avgerðina at útseta alt uttan Betri deildina menn

Súni Olsen, venjari hjá besta kvinnuliðnum hjá B36, hevur givið ilt av sær, tí Fótbóltssambandið hevur avlýst allan fótbólt, uttan Betri deildina hjá monnum. Hann spurdi í almennum brævi til Fótbóltssambandið um menn eru immunir fyri koronu.

Les eisin: Súni Olsen spyr um menn eru immunir fyri koronu

Róin Schrøter, formaður í Kappingarnevndini hjá Fótbóltssambandinum, sigur nú at orsøkin er, at tað eru so nógvir ungir spælarar í øllum hinum kappingunum. Hann vísur millum annað á, at fleiri lið í kvinnudeildini hava spælarar í sóttarhaldi.

- Sum vit skilja tað, so ganga nógvir spælarar í bestu kvinnudeildini á Glasi  og sita tí í sóttarhaldi. Um kvinnuliðini vilja spæla uttan teir spælararnar, so ber tað nokk til, sigur Róin Schrøter, og vísur at tað er sama tilfeldið í næstbestu deildini hjá monnum.

Hann leggur afturat, at tað eru ikki so nógvir spælarar í Betri deildini hjá monnum, sum sita í sóttarhaldi. Harðast rakt er AB, har seks spælarar sita í sóttarhaldi, og har bleiv dysturin móti Víkingi útsettur.

Formaðurin í Kappingarnevndini sigur eisini við kringvarpið, at tað er lættari at flyta dystir í kvinnudeildini, enn í mansdeildini, har landskappingini er nógv drúgvari.