Fótbóltspanelið verður á Rás2 í dag klokkan 16. Í sendingini verður mett um 21. umfar í Effo-deildini, umframt at hugt verður nærri at ”Alli-málinum”, har kappingarnevndin hjá FSF av sínum eintingum tók málið upp.
Hoyr Fótbóltspanelið beinleiðis á Rás2 í dag klokkan 16
Gestur er Róin Schrøter, sum er formaður í kappingarnevndini. Hann kemur at greiða frá hvussu farið verður fram í einum slíkum máli, og hvussu kappingarnevndin kemur fram til ein úrskurð. Í hesum førinum metti kappingarnevndin ikki, at sjónbandabrotið við hendingini vísir nóg greitt hvat hendir.
Les eisini: FSF vassar langt út
Fyrrverandi ítróttarredaktørurin á Sosialinum, Jákup Mørk, heldur at FSF vassar langt út við at taka málið upp. Hoyr hvat hann heldur um málið.
Les eisini: FSF ger ikki meiri við Alli-málið
Eisini verður mett um 21. umfar í Effo-deildini, sum verður sunnudagin.
Les eisini: FSF tekur Alli-málið upp
Spurningar og viðmerkingar til Fótbóltspanelið kunnu sendast til 559999.
Effo-deildin 21.umfar:
NSÍ - HB (15.00) Beinleiðis á Rás2
B36 - ÍF (15.00) Beinleiðis á Rás2
KÍ - TB (15.00)
Víkingur - Skála (15.00)
AB - B68 (17.15) Beinleiðis á Rás2