Nú nærkast endin av tónleikakappingini Hithunters, har føroyski Róin Siggertsson er ein av finalistunum.
Umvegis átta innleiðandi kappingar eydnaðist tað Róin at vinna sær pláss í finaluni, har 10 sangir luttaka.
Millum hesar 10 sangir skal eitt dómarapanel nú finna ein vinnara, sum vinnur ein plátusáttmála við stóra plátufelagið, BMG.
Kappingin er tann størsta av sínum slagi, og nógv verður gjørt burtur úr henni í Danmark. Plátufelagið BMG, internetportalurin Jubii og bryggjaríið Tuborg skipa fyri kappingini, og tað verða umboð frá hesum feløgum og frá Danmarks Radio og Roskilde Festivalinum, sum fara at finna vinnaran.
- Eg havi merkt stóra áhugan fyri kappingini í Danmark, tí fleiri fjølmiðlar hava vent sær til mín fyri at fáa interview, sigur Róin Siggertsson, sum er í finaluni við sanginum Today, sum hann sjálvur hevur gjørt og framleitt.
Í farnu viku var atkvøðugreiðsla á internetinum, har fólk kundu kjósa sín vinnara. Vinnarin av hesi atkvøðugreiðslu gjørdist Flair við sanginum Mary Cool. Hendan atkvøðugreiðsla telir sum ein dómaraatkvøða, og nú skulu hinir seks dómararnir taka sína avgerð.
Funnið sín stíl
Róin Siggertsson hevur búð í Danmark seinastu nógvu árini, men hann hevur av og á latið frætt frá sær.
Í løtuni er hann ein av føroyingunum, sum halda til í einum studio í Herlev, sum teir sjálvir hava skipað fyri. Tað er eisini har, at Róin nú ger og framleiðir tónleikin hjá sær.
Hithunters kappingin kann fara at vísa seg sum tann stóri møguleikin hjá Róin.
- Eg havi ongantíð áður verið nær við at fáa ein plátusáttmála. Kappingin í finaluni er sera hørð, men tað hevði verð ómetaliga stuttligt at vunnið, sigur Róin Siggertsson.
Róin tekur lut við sínum sangi Today, og hann sigur seg hava nógvar sangir niðurfyri, um ein fløguútgáva skuldi gjørst veruleiki.
? Eg havi gjørt nógv sløg av tónleiki og havi verið inspireraður av ymsum stílum, men eg haldi meg tó hava funnið mín stíl seinastu tíðina, sigur Róin.