Óráðiligt at fara undir Sandoyartunnil

Tørvurin at gera íløgur í bæði skúlaverk og heilsuverk er sera stórur. Tí er tað fullkomiliga óráðiligt nú at seta pening av til ein undirsjóvartunnil til Sandoynna, sum frammanundan hevur eina frálíka farleið, sigur landsstýrismaðurin í fíggjarmálum, Magni Laksafoss

SAMFERÐSLA

 

At tað hevur so stórt hastverk at fara undir tunnilsgerð til Sandoynna, undrar nýggja landsstýrismannin í fíggjarmálum, Magna Laksáfoss. Hann heldur tørvin á øðrum íløgum vera munandi størri, enn fast samband millum Sandoy og Streymoy, sum hann heldur hevur eina góða farleið yvir Gomlurætt við nýmótans ferju.

- Lat tað vera sagt beinanvegin, at eg unni sandoyingum eina góða farleið, men tá vit hugsa um, hvussu stórur tørvurin er á íløgum í skúlaverkið og heilsuverkið, so undrist eg stórliga á, at tað skal hasta so nógv við einum undirsjóvartunli til Sandoynna, sigur Magni Laksáfoss.

Hann heldur, at nógvar av tunnilisgerðunum í Føroyum hava verið til stórt gagn fyri føroyska samfelagið, men at tað skal vera so bráðneygt við einum tunli til Sandoynna, tekur nýggi fíggjarmálaráðharrin ikki undir við.

- Vit síggja týðulig tekin um, at búskapurin er yvirhitaður. Hetta sæst best við stóra tørvinum á arbeiðsmegi í løtuni. Og tá tørvurin á arbeiðsmegi er so stórur, sum nú, so dýrkar hetta munandi um íløgurnar. Sostatt eigur at verða hildið aftur við íløgum, sum ikki er bráðneyðugar, og tað er ein undirsjóvartunnil til Sandoynni ikki á nakran hátt, tí har er ein góð farleið frammanundan, sigur Magni Laksáfoss.

Hann heldur, at so leingi Føroyar ikki av álvara hava latið upp fyri útlendskari arbeiðsmegi, so er ikki nokk av fólki at taka øll arbeiðini, sum longu eru í gongd, tíansheldur at seta nýggjar ætlanir í verk.

 

Krevur samlað yvirlit

Avloysarin hjá Bárði Nielsen vísir á, at stórur partur á útbúgvingarøkinum hevur bráðneyðugan tørv á íløgum. Ikki bara miðnámsskúlar, men so sanniliga eisini fólkaskúlin, har Pisa-kanningin er eitt gott dømi um, at skúlaverkið er forsømt, heldur Magni Laksáfoss.

- Úrslitini av hesi kanningini prógva, at vit mugu seta inn allastaðni innanfyri útbúgving. Sama er við gransking, har vit eru langt afturúrsigld. Og tá tað kemur til ellisheim, sjúkrahúsverkið og heilsuverkið sum heild, er sera stórur tørvur á íløgum, sigur landsstýrismaðurin í fíggjarmálum.

- At gera eina fíggjarlóg er eitt puslispæl, sum skal ganga upp, og tí eru vit allatíðina noydd at raðfesta. Harafturat skulu vit hava allar almennu íløgurnar, sum verða gjørdar av privatum og tí ikki beinleiðis liggja á fíggjarlógini, upp í samlaða útreiðslukarmin, so vit fáa eitt samlað yvirlit yvir íløgurnar og kunnu stýra á teimum. Hesar krevja jú eisini sín part av tí samlaðu orkuni og arbeiðsmegini, sigur Magni Laksáfoss.

Hann hevur sett sær fyri, at komandi fíggjarlóg skal hava munandi størri avlop enn undanfarna.