Verða pengarnir til at loysa trupulleikarnar á Strandferðsluni brúktir í útlandinum, hevur hetta ongar álvarsligar fylgjur við sær fyri føroyska búskapin.
Hetta sigur Bjarni Olsen, formaður í Búskaparráðnum, nú Strandferðslan er um at sigla uppá turt.
Hann heldur, at ráðiligt er at brúka fleiri pengar á fíggjarlógini fyri at loysa átrokandi trupulleikar sum teir á Strandferðsluni.
? Vit skulu bara allatíðina hava í huga fullveldisætlanin og at leggja pengar til síðis, men yvirskot á fíggjarlógini er einki mál í sær sjálvum, sigur hann.
Orsøkin til, at pengarnir til fleiri umvælingar, leigu ella keyp av skipi skulu brúkast í útlandinum er, at so nógv ferð er á føroyska búskapinum.
Um fleiri almennir pengar brúktir her í landinum, fer tað at leggja enn størri trýst á arbeiðsmarknaðin og vandin fyri fløskuhálsum ? tað er trot á arbeiðsmegi ? er stórur.
Hetta hevur Búskaparráðið eisini víst á í nýggjastu frágreiðing síni, sum kom seinasta fríggjadag.
Leggja til síðis
? Skulu fleiri pengar brúkast til umvælingar av strandferðsluskipunum ella møguliga nýgerð í Føroyum, mugu aðrir partar av fíggjarlógini skerjast, sigur Bjarni Olsen.
Hinvegin er ráðiligt at brúka nakað av pengunum av yvirskotinum, um meirnýtslan fer fram í útlandinum. Roknað verður við einum yvirskoti á fíggjarlógini fyri 1999 upp á fleiri enn 500 milliónir, og væntaða yvirskotið fyri ár 2000 er lítið minni. Tí er talan um eina milliard í yvirskoti upp á tvey ár.
? Í fyrstu atløgu fær tað ongar álvarsligar fylgjur fyri gjaldsjavnan ella yvirskotið, at nakað meira av pengum verða brúktir í útlandinum, men tað ræður alla tíðina um at hava í huga, at pengar skulu leggjast til síðis til at standa ímóti við, um blokkurin minkar, sigur Bjarni Olsen.
? Tað er ein trupulleiki fyri samfelagið, at neyðugt er við almennum íløgum, samstundis sum hákonjokturur er í búskapinum.
Støðan á Strandferðsluni er sambært tekniska leiðaranum har ruðuleikakend. Skip skulu í dokk, avloysaraskip mangla og fleiri av skipunum, sum lítast skulu á, eru í ringum standi.
Í gjár mælti samgongutingmaðurin Sámal Petur í Grund til, at trupulleikarnir á Strandferðsluni verða raðfestir hægri enn yvirskotið á fíggjarlógini, og frá andstøðuni eru somu tónar at hoyra.