Räikkönen vann í Istanbul

Tað varð týðiliga undirstrikað, at tað eru McLaren og Renault, sum eiga bestu bilarnar í ár. Eingin annars var nakran tíð nær námind fýra teimum fremstu plássunum

Formel 1

McLaren-Mercedes og Renault vístu, at hetta eru bestu bilarnir í ár. Teirra fýra bilar lógu fremstir alla koyringina á nýggju formel 1 breytini í Istanbul. Giancarlo Fisichella byrjaði bestur og slapp framvið Kimi Räikkönen í byrjanini. Renault bilurin hjá Fisichella hevði nógv minnið bensin í tanganum enn McLaren bilurin hjá Räikkönen og var tí kvikari avstað. Men nøkur fá sving seinni yvirhálaði Räikkönen og tók fyrsta plássið aftur. Hetta varð avgerandi yvirhálingin, tí Räikkönen slepti ikki fremsta plássinum aftur.
Eitt sindur verri gekk hjá Fisichella. Hann megnaði ikki, at halda liðfelagan Alonso aftan fyri seg. Hann endaði á fjórða plássi, tá Juan Pablo Montoya, sum byrjaði í fjórðu støðu, fór framvið báðar Renault bilarnar í fyrsta pittstoppi.
Montoya lá á øðrum plássi inntil seinasta umfar, tá Alonso slapp framvið honum. Ein samanstoytur við Tiago Monteiro átti stóran part av skuldini. Á triðjseinasta umfarið Montoya bremsaði heldur bráðliga og portugisiski Monteiru rendi sín Jordan Toyota upp í reyvina á McLaren-Mercedes bilinum hjá honum. Hetta hóast Montoya lá fleiri umfør frammanfyri hann, við hesum fekk Alonso minkað somikið um munin upp til Montoya, at tá Montoya fór av breytini á seinasta umfarið, misti hann annað pláss.
Koyringin gjørdist annars sera spennandi við nógvum yvihálingum og sannførandi koyring av serliga Jenson Button, sum seinastu nógvu umførini trýsti Fisichella, men tó ikki megnaði at taka fjórða pláss. Jenson Button hevði ivaleyst verið á sigursskammilinum, um hann ikki var byrjaður á trettandu byrjunarstøðu. Hann lá annars væl fyri í tíðarkoyringini áðrenn hann koyrdi tvær ferð útav.
Jarno Trulli byrjaði av fimtu støðu og megnaði at halda fimtu pláss heilt til Jenson Button fór framvið honum í sambandi við seinasta pittstop.
Christian Klien og David Coulthard í Red Bull Racing bilunum fingu tey seinastu stigini á sjeynda og áttanda plássi. Klien koyrdi sannførandi, og hetta telur væl í stríðnum at vinna sær eitt setur í Red Bull Racing næsta kappingarár. Liðið hevur longu kunngjørt, at antin Klien ella Vitantonio Liuzzi koyra fyri liðið næsta ár, saman við David Coulthard.
Samanumtikið var koyringin frálík, breytin hevði brekkur, og blind sving, og spennandi møguleikar fyri at yvirhála. Breytin er eitt meistaraverk, og Turkaland hevur fingið eina breyt, sum uttan iva verður karmur um nógvar spennandi koyringar í framtíðini.